Føroyskir peningastovnar sum sambandsjarnbrot?
Í kvøld fekk eg ikki brúkt netbankan, av tí at fram á skíggjan kom ein valmynd, har eg skuldi játta bankanum at brúka mítt p-tal til eina danska skipan, sum nevnist Nem-ID. Okkurt, sum kemur í gildi einaferð í summar.
Eg bakkaði út úr skipanini, tí seinni skulu hesir upplýsingar ??? sum skilst - brúkast, so eg skal skrásetast við donskum CPR-nummari.
Í undirskrivaðum sáttmála frá bankanum havi eg fingið heimild at brúka netbankatænastuna. Í fyrsta lagi havi eg hug at spyrja EIK-banka, um bankin, uttan at siga sáttmálan upp, hevur nakra heimild at forða mær at brúka skipanina fram til 10. mai.
Síðani havi eg hug at minna bankarnar, sum eru við í hesum tiltaki, á, at føroyingar allir hava tikið í reyvina á bankum, eftir at teir av dugnaloysi eru farnir á heysin. Mong mistu bæði hús og heim og noyddust í útlegd.
Mint verður eisini á, at staðfest er í fyrispurningi og svari á løgtingi, at tað hevur kostað bankunum og tí almenna nógvan pening ??? onkur hevur nevnt 150 til 200 milliónir - at allir føroyingar nú skulu hava danskt CPR-nummar og Nem-ID, samstundis sum vit avreiða KT- og vitanararbeiðspláss til Danmarkar.
Og so seinni spurningurin:
Lata hesir somu bankar seg nú brúka sum sambandsjarnbrot, ið skulu tvinga okkum at gerast ein danskur útjaðari í uppaftur størri mun, enn vit longu eru?
18. mars 2015
Árni Dahl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald