Vinnuhúsið hevur spurt 16 fiskaútflytarar hvar teir serliga ynskja sær betri marknaðaratgongd. Turkaland, Brasil, Suðurkorea og Kina eru ovast á listanum.
Vinnuhúsið hevur í mai í ár spurt 16 fiskaútflytarar um marknaðaratgongd. M.a. vórðu fyritøkurnar spurdar hvørji lond, tey serliga kundu hugsað sær at útflutt til, um ongar forðingar vóru. Aftur hesaferð var Turkaland ovast á listanum, og síðani Brasil, Suðurkorea og Kina.
Í hesum londum eru tað serliga tollforðingar og/ella vantandi veterinerar avtalur, sum forða útflutninginum av føroyskum fiskavørum. Fríhandilsavtala er gjørd við Turkaland, men framvegis vantar ratifiseringin í Turkiska tjóðartinginum, áðrenn avtalan kann fáa gildi. Samband er millum brasilskar og føroyskar matvørumyndugleikar, so vónandi fæst ein avtala eisini í lag á hesum øki.
Onkrar fyritøkur nevna eisini aðrar forðingar fyri útflutninginum, nakrar av generellum slagi, og nakrar sum eru serligar fyri ávís lond. M.a. nevna fyritøkurnar vantandi eksportkreditt til ávís lond, vantandi MSC-góðkenning av ávísum fiskasløgum og kostnaðarmiklar og stirvnar mannagongdir í sambandi við sonevndar IUU-váttanir.
Les meira um marknaðaratgongd íársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum finst her.
Tað stendur át lesa hjá Vinnihúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald