Ítróttur

Føroyskir dartspælarar fara uttanlands at prøva seg

...

2016-04-28 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið fara 12 føroyskir dartspælarar til stóru kappingarnar Denmark Open og Denmark Masters í Esbjerg. Til hesar kappingar koma spælarar úr øllum Europa og eru høgt í metum í dart heiminum. Millum annað, so hava menn sum John Lowe ??? Eric Bristow ??? Phil Taylor ??? Raymon van Barneveld og Gary Anderson vunnið kappingina.

Hja kvinnunum er øll heimselitan við og spennandi verður at síggja, um føroyameistarin kann gera nakað við milllum annað Deta Hedman ??? Sharon Prins ??? Aileen de Graaf ??? Ramona Eriksen ??? Lisa Ashton og Anastaciu Dobromyslova.

Í ferðalagnum sum fer úr Vágum í morgin eru 9 mannfólk og 3 kvinnur. Lutakastið til kappingin verður hósdagin

Hans Eivind Olsen: Eldsálin úr Team Sandoy bleiv nr 3 til FM í einstaklingum í ár. Leygardagin er hann komin í 2 rundu, har hann skal møta vinnarnum av Brian Thomsen úr Thisted og Dann Larsen úr Lido

Jørgen Meitelberg: Hava vit kent best frá fótbólti og frælsum ítrótti, men seinastu árini hevur hann eisini verið millum fremstu spælarnar í Føroyum. Leygardain møtur hann enny Nielsen úr Padborg

Barður Olsen: Føroyameistarin 2016 hevur seinastu nógvu árini verið í toppinum í føroyskum dart. Barður er í rættiliga góðum formi, so hann kann geva øllum mótstøðu, um hann rakar dagin. Leygardagin er hann komin í rundu 2, har hann skal møta vinnarnum av Tony Madsen úr Vendige og Mindaugas Skarbalius úr Litava

Rúni Olsen: Er ein nyggjur spælari frá HDF, hann hevur framtíðina fyri sær og hendan kappingin kann verða við til at menna hann sum leikara. Leygardagin møtur hann Brian Haagensen úr ??lborg

Regin Enghamar: The grand old man í føroyskum dart, Regin ið nýligani er fluttur til Danmarkar hevur mynda føroyskt dart síðani fyrst í 90'inum. Leyardagin møtur hann Kim Rasmussen úr Jyden

Valbjørn Mittelstein: Er eisini ein av nýggju spælarunum, ið kann taka hesa kappingina sum eitt upplivilsi. Leygardagin møtur hann Christian Kjær Hansen úr Royal

Uni Árting: Hevur verið millum frægastu spælarnar í Føroyum, síðani fyrt í 90'inum. Uni kann á einum góðum degið gera um seg. Leygardagin møtur hann Jan Svendsen úr ??lborg

Petur Thomsen: Vinnarin av Tórshavn Open 2015 og Nr 4 til FM í ár dugur ótrúliga væl at toppa tá hann skal toppa, so spennandi verður um Petur kemur at Toppa í vikuskiftinum, ger hann tað, so kann alt henda. Leygardagin møtur hann Lewis McGurn úr Onglandi

Jákup Martin Jacobsen: Var ein av okkara fremstu leikarum í 90'inum, men vegna darttitis mátti hann gevast í fleiri ár. Seinasta árið hevur hann veruliga gjørt comeback, við onkrari finalu. Um Jákup Martin rakar dagin, so verður spennandi. Leygardagin møtur hann Piotr Turek úr Pólandi

Joan Edvør Thomasen: Bleiv nr 2 til FM í ár. Joan Edvør hevur verið við í fleiri ár og verið ein av okkara fremstu kvinnuligu spælarum. Leygardagin møtur hon Katarina von Rufs úr Sweis

Gunnbjørg Dam: Føroyameistarin hjá kvinnum í 2016 er the Grand Old Lady í føroyskum dart og nokk eisini tann elsta í kappingini. Eingin ivi um at Gunnbjørg dugir at spæla dart, so her verður spennandi. Leygardagin møtur hon Helle Madsen úr Thisted og vinnur hon har, møtur hon Anastaciu úr Russlandi

Jóhanna Jonhardsdóttur: Kom akkurát við til FM kappingina í ár, Jóhanna er ein nýggjur spælari, men megnaði at blíva Nr 3 til FM. Jóhanna skal taka hesa kappingina sum eitt upplivilsi. Leygardagin møtur hon Snezana Veljkovic úr Svøríki

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder