Vit ungu eru kompliserað. Samansett. Tað vita øll, ið eru, ella hava verið, foreldur, systkin, omma, abbi o.s.fr. at tannáringum. Ofta verða spurnatekin sett við hví, vit ungu eru sum vit eru, og hví vit gera sum vit gera. Í hesum lesarabrævi fari eg at royna at svara nøkrum av spurningunum.
Taka vit støði í farna árinum, hevur tað verið sera tyngjandi fyri tey allar flestu, ung sum gomul, í mun til fjarstøðu, sóttarhald og avbyrging. Vit hava øll roynt okkara besta, og eg haldi, at føroyingar hava klárað seg einastandandi væl undir koronafarsóttini, og haldi eg gemena føroyingin verða eitt eindømi, ið mun til at halda seg til tær avmarkingar og skerjingar, ið hava verið og eru galdandi. Verri er tó við teimum, ið nýliga tóku avgerðina um at stytta sóttarhaldið, sum vit fara at síggja fylgjurnar av komandi dagarnar, júst sum tónleikalívið er í blóma aftur, nógv tiltøk vóru á skránni og próvtøkurnar skuldu verið eins og vanligt.
Vit hava nú í meira enn eitt ár livað í fjarstøðu í tíð og ótíð. Vit eru ikki komin hvørjum øðrum við, eins og vit plaga, og hetta fer at merkjast í sálarheilsuni hjá okkum ungu. Vit mangla jú í roynd og veru eitt heilt ár av sosialisering og menning. Hetta mugu landsins myndugleikar taka í størsta álvara, og taka tær avgerðir, ið neyðugar eru, fyri at hetta kann heintast inn aftur so ella so. Landsins myndugleikar mugu ásanna, at teir, júst í hesu løtu, velja ferðavinnuna fram um sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum. Fólk, ið ferðast til Føroya, verða raðfest nógv hægri, enn egni ungdómur okkara. Hetta er ein trupulleiki í sjálvum sær og ein heilt absurd prioritering, spyrt tú meg og tey flestu ungu við mær. Tí, hvat ger hendan prioriteringin við sjálvsvirðið hjá einum tannáringi? Meta tit, ið taka avgerðirnar innan hetta øki, veruliga eina lítla hækkan av BT?? hava størri týdning enn sálarheilsan hjá børnum tykkara? Tí vil eg her við heita á øll tykkum, ið varða av hesum avgerðunum: Hugsið tykkum um, hvat hevur størri virði; sálarheilsan hjá ungum í Føroyum ella nakrir turistar, ið koma til Føroya at taka myndir og so fluks heim aftur.
Taka vit síðani støði í stóru fólkaheilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum, kann eg nevna nøkur skelkandi tøl í mun til ungdómssálarheilsu. 48% av øllum lesandi kenna seg strongd, har 20% av hesum lesandi hava følt seg tunglynt seinastu 14 dagarnar. At helvtin av lesandi í Føroyum kenna seg stressaði, sigur rættiliga nógv um, hvussu prestatiónssamfelagið ávirkar ung í øllum lestrargreinum. Eg kann leggja afturat, at lívið er ein kapping millum ung. Ein kapping um próvtal, pengar, besta starvið, útsjónd, sosialan status... og eg kundi blivið við. Ein kundi sagt, at henda kapping er sunn og úrslitsgagnlig. Men, tá ið helvtin av teimum sum kappast fáa verri sálarheilsu av kappingini er okkurt ravruskandi galið. Tá hava vit ein samfelagsstruktur, ið framprovokerar tunglyndi og aðrar sálarligar diagnosur. Hvat nyttar tað at hava eina kapping, har eingin følir seg sum ein vinnara?
33% av ungum kenna seg tyngdan av fíggjarstøðu síni. Ein av orsøkunum til hetta kundi m.a. verið av teirri orsøk, at húsaprísirnir als ikki eru samsvarandi við inntøkuna hjá ungum, tí kanningin vísir eisini, 29% av ungum kenna seg tyngd av bústaðarstøðu síni. Orsakað av høgu húsaprísunum noyðast tey ungu at lata størsta partin av inntøku síni til at útvega sær bústað, ið aftur leiðir tey til tyngjanina av fíggjarstøðu teirra. Eitt dømi eru t.d. lestraríbúðirnar í Finsen, har leigan fyri eina einkultíbúð er beint undir 4000 kr. um mánaðin, samstundis sum studningurin hjá einum støkum lesandi er 4.471 kr. um mánaðin. Tað ger tað neyðugt hjá øllum lesandi í Føroyum at arbeiða viðsíðunar av lestrinum. Har kann eg leggja afturat, at vit ungu vórðu millum tey, ið vóru harðast rakt av arbeiðsloysi undir korona-kreppuni, og enn eru tað fleiri ung, ið ikki hava fingið fótafestið á arbeiðsmarknaðinum aftur.
Við hesum vil eg eisini gera vart við ørligu støðuna í Føroyum, har føroysku bankarnir bæði útvega húsalánini OG standa fyri meklingini av sjálvum bústøðunum. At Bústaðir, ið verður tryggjaður og veðhildin av føroyska skattgjaldaranum, harafturat er fallið í baklummarnar hjá føroyskum ognarspekulantum, er snøgt sagt at seta framtíð Føroya í váða. Tað ber ikki til, at bankarnir heilt snikkaleyst sleppa at stýra hvørt vit, sum búgva í hesum landinum, hava tak yvir høvdið. Vit eru øll fødd í hendan heim við rættinum til hús og heim, og í løtuni eru føroysku bankarnir í gongd við at avtaka okkum hendan menniskjarætt.
Við øllum hesum í huga, mugu landsins myndugleikar ásanna, at vit ungu eru tey, ið skulu taka yvir og ráða í Føroyum, tá tíðin er búgvin. Men, hvussu fara javnaldrar mínir og eg at fáa yvirskot til at stýra okkara landi, tá vit eru so nógv, ið, eftir øllum at døma, hava so nógv at stríðast við? Føroyska samfelagið má taka nøkur giga tøk, áðrenn alt gongur av skriðjuni til.
Men har er enn vón. Vit ungu eru, ella verða einaferð, veljarar, og allir trupulleikarnir, ið eg havi nevnt omanfyri, eru til at fáa bilbugt við. Eg haldi, at í politisku flokkunum skulu síggja hesar forðingarnar sum eina gularót í mun til atkvøður. Taka tit stig til fleiri tiltøk, ið gera upp við samfelagsstrukturin, ið ger sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum so ringa, skulu tit nokk fáa fleiri atkvøður, tí vit ungu brenna veruliga fyri at betra um sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum. Og vit veljarir eru aloftast trúgvir ímóti tí flokkinum, ið vit valdu fyrstu ferð, vit høvdu valrætt. Í Degi og viku í gjar, nevndi Tórmóður Stórá, leiðand yvirlækni, fleiri tiltøk, ið skulu styrkjast og setast í verk.
So góðu tit ???vaksnu??? politikarir, ið varða av okkum ungu: Takið okkum, og løstir okkara í álvara, og latið okkum soleiðis fáa ein ungdóm, ið blómar heldur enn følnar.
Bjørk S. Lamhauge
Nevndarlimur í Unga Tjóðveldinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald