2016-04-28 11:04
Vinnuhúsið: Hetta er 24. ferð, at messan verður hildin, og føroyskar fyritøkur hava tikið lut frá byrjan. Talan er um heimsins stórstu fiski- og sjógætismessu, og føroyski básurin liggur sera væl fyri í høll 5, har flest øll vitjandi koma framvið. Samanumtikið eru í alt 1.664 framvísarar, harav 73 regións- og landabásar, og føroyski landabásurin er ein teirra.
Týsdagin var Poul Michelsen, landsstýrismaður, á messuni, har hann vitjaði landabásin og hitti føroysku luttakararnar.
??friðurin í Brússel hevur ávirka messuna í ár, tí færri vitjandi hava verið enn vanligt. Men hóast hetta, so hevur nógv fólk verið á føroyska landabásinum, serliga fyrsta og annan dagin.
Til ber at síggja myndir frá SEG 2016 her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald