2016-09-16 15:41
TRYGD: Norðurlendsk umboð fyri trygd og vernd av havnum hittust herfyri í Føroyum. Tað er Landsverk, sum hevur myndugleikauppgávuna í sambandi við at verja føroyskar havnir ímóti yvirgangi, og sum tí eisini var vertur fyri vitjanini her. Norðurlendsku limirnir í trygdarsamstarvinum hittast vanliga eina ferð um árið at umrøða felags avbjóðingar í sambandi við trygd í havnum.
Eftir yvirgangsatsóknina í New York 11. september 2001 avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk imóti yvirgangsatsóknum móti skipum og havnum. Longu árið eftir samtykti IMO nakrar broytingar í altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni (International Ship and Port Facility Code), sum skuldu setast í verk í seinasta lagi í 2004. Sáttmálin setir krøv til trygdartiltøk og -ætlanir, sum allar havnir skulu seta í verk.
Í Føroyum hevur Landsverk uppgávuna at røkja myndugleikauppgávur í sambandi við at verja havnir móti yvirgangi. Tað er Landsverk, sum millum annað ásetir trygdarstigið fyri føroyskar ISPS havnir, góðkennir verndarætlanir og hevur eftirlit og skipar fyri venjingum. Higartil hava samanlagt 14 havnir í Føroyum fingið sokallaða ISPS góðkenning.
- Føroyar eru fult á hædd við hini Norðurlondini í sambandi við trygd í havnum. Tá trygdarstigið varð lagt í sínari tíð, var tað lagt so mikið høgt, at tað longu tá var fult á hædd við støðið í londunum kring okkum, sigur Jákup N. Olsen, samskipari fyri tilbúgving á Landsverki.
Ein ISPS góðkend havn er eyðkend við, at alt verður skrásett og kannað, sum fer inn og út úr havnini, bæði fólk og farmur. Havnarøkið er hegnað inni, og vakmyndatól verða nýtt, so øll ferðsla verður skrásett, bæði innskiping og avskiping. Tað er soleiðis í dag, at bæði farma- og ferðamannaskip velja tær ISPS góðkendu havnirnar framum tær, ið enn ikki hava eina.
Opinleiki og vitanardeiling
Landsverk hevur síðani 2006 luttikið í norðurlendskum samstarvi um trygd og vernd av havnum, og herfyri vóru norðurlendsku ISPS umboðini í Føroyum á ársfundi.
Tað er aðru ferð, at norðurlendsk umboð fyri trygd í havnum (ISPS), hittast í Føroyum og fyrstu ferð, at Grønland eisini luttekur á árliga fundinum. Til ein av døgunum vóru umboð fyri allar tær 14 góðkendu føroysku havnirnar boðin við til eitt seminar, har evnið var: ???Hvussu tulkar og arbeiðir tú við ISPS reglugerðini????. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk, bjóðaði vælkomin og greiddi fyrst frá, hvussu Landsverk umsitur ISPS uppgávuna í Føroyum. Síðani løgdu umboð fyri Danmark og Noregi fram teirra tulking av ISPS reglugerðini. At enda var tað Gunnvá á Lofti, deildarleiðari í Sjóvinnustýrinum, sum kunnaði um FAS skipanina.
- Tað eru nógv fólk, sum sita við hesi ISPS uppgávu í føroyskum havnum, og tey sita nokkso einsamøll við hesum. Tí valdu vit at skipa fyri einum meira opnum seminari hesaferð, so okkara samstarvsfelagar kring landið eisini fáa fakligan íblástur og sparring, sigur Jákup N. Olsen.
Í 2015 fingu 13 av teimum 14 føroysku havnunum ISPS góðkenningina endurnýggjaða og lúka sostatt øll dagsins trygdarkrøv, og skjótt hava allar nevndu havnir hesa góðkenning
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald