Bill Mcleod Jacobsen og Heðin Askham hava sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum í kvøld, í U21-landsdystinum millum Føroyar og Írland. Dysturin byrjar kl. 18:30.
Í kvøld kl. 18:30 tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Írlandi, í EM-undankappingardysti til europameistaraheitið, sum verður í 2015.
Og føroyska liðið til dystin móti írum er sett.
Kristian Joensen verður í mál, og í verjuni verða Bárður Hansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad og Rene Shaki Joensen. Á verjukenda miðvøllinum verða Rógvi Joensen og Bogi Reinert Petersen, meðan Árni Frederiksberg verður uttast í vinstru og Gilli Sørensen uttast í høgru síðu. Fremstur á miðvøllinum verður Ari Ellingsgaard, meðan Gunnar Zachariassen verður heilt har frammi í føroyska álopinum.
Dysturin verður spældur á Svangaskarði kl. 18:30.
Ljóðsviðurskiftini kring norðara vøllin á Svangaskarði eru ikki komin í rættlag, sum upprunaliga ætlað, og tí er avgjørt, at U21-landsdysturin móti írum verður framskundaður ein hálvan tíma, og verður tískil bríkslaður í gongd kl. 18:30.
Atgongumerki til dystin kostar 50 krónur.
Skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald