Ítróttur

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti vunnið 3-0 á Íslandi

...

2015-10-14 15:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar vann í morgun 3-0 á Íslandi, í einum sera væl spældum dysti.

Fyrsta sett vann Føroyska U19 landsliðið við 25-21. Íslendingar løgdu seg á odda í byrjanini, men so tóku føroysku kvinnurnar seg saman og bardu seg framum og vunnu settið. Næsta sett vunnu Føroysku kvinnurnar eftir at Íslendingar høvdu verið frammanfyri 17-7. Settið vunnu føroyingar eftir at hava sett alt inn sum tær áttu og tær vunnu settið 25-22. Triðja sett var eisini sera javnt, men settið endaði við, at Føroyar tóku sigurin og vunnu 25-23.

Dysturin var væl leiktur og sera spennandi. Føroysku kvinnurnar vístu altjóða styrki og vístu at tær kunnu gera seg galdandi í altjóða flogbóltskappingum.

Føroyar skulu spæla aftur í morgin kl. 8 ímóti Onglandi og kl. 13 ímóti Íslandi. Spælt verður tá um 5-7 plássið í kappingini.

Dystirnir verða stroymaðir beinleiðis á http://ustre.am/1cmkr og viðmerktir á Facebook síðuni hjá Flogbóltssambandinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder