JN

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti til NEVZA kapping í Danmark

...

2015-10-13 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TÍÐINDASKRIV FRÁ FLOGB??LTSSAMBAND F??ROYA

Tórshavn, 13. oktober 2015

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti til NEVZA kapping í Danmark

Dagarnar 13. oktober til 15. oktobur luttekur U19 flogbóltslandsliðið í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U19. Kappast verður um norður evuropiska meistaraheitið fyri U19 flogbóltslandslið fyri kvinnur.

Kappingin er í Ikast í Danmark, har kappast verður í 3 dagar. Tað er danska flogbóltssambandið, Dansk Volleyball forbund, sum fyriskipar U19 kappingina hesuferð.

Mánadagin fóru 12 ungar kvinnur úr Føroyum, og tær fara at kappast ímóti landsliðum úr Danmark, Íslandi, Onglandi, Noregi, Finlandi og Svøríki.

- Tað er ómetaliga mennandi fyri hesar ungu spælararnar og fyri føroyskan flogbólt sum heild at taka lut í slíkari kapping, sigur Christian Nagata, sum er ferðaleiðari hjá liðnum.

Føroyar spæla sín fyrsta dyst í kappingini móti Noregi í dag, 13. oktobur klokkan 10:00 føroyska tíð. Seinnapartin í dag klokkan 17:00 føroyska tíð, verður spælt ímóti Norra. Mikudagin, 14. oktobur verða fjórðingsfinalurnar spældar, og hósdagin 15. oktobur verða semifinalur og finalan spældar.

Dystirnar kunnu fylgjast á heimasíðuni hjá Flogbóltsambandinum.

Føroyska U 19 landsliðið í flogbólti er komið til Ikast í Danmark, har liðið skal spæla í altjóða flogbóltskappingini fyri landslið - NEVZA Cup.

Sjey lið eru við í kappingini og eru tey býtt í tveir bólkar.

Føroyar eru endaðar í bólki saman við Svøríki, Noregi og Íslandi, meðan Finnland, Danmark og Ongland eru í hinum bólkinum.

Fyrsti dysturin hjá føroysku U19-kvinnunum er ímóti Svøríki í dag klokkan 11 (10 føroyska tíð). Klokkan 18 (17 føroyska tíð) seinni í dag spæla U19 kvinnurnar móti Noregi, og klokkan 9 mikudagin 14. oktober spæla tær móti Íslandi.

Tey bæði fremstu liðini spæla hálvfinalu, meðan nummar trý í bólki A og nummar trý og fýra í bólki B spæla sínamillum plaseringsdystir.

Kvinnurnar fóru úr Føroyum í gjár og vera aftur 16. oktober.

Venjarar hjá kvinnunum eru Marjun Kalsø og Berit Norðoya Vilhelmsen og liðleiðari er Christian Nagata.

Føroyski landsliðshópurin er hesin:

Turið Højgaard, Mjølnir

Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur

Ása Klein Olsen, Mjølnir

Sharon Thora Holm Haynes, TB

Súsanna Ludvig, Fleyr

Tóra Djurhuus, ÍF

Magnhild Jacobsen, Fleyr

Eva Winther Nagata, Fleyr

Anna Sunadóttir Hansen, Dráttur

Sirid Anthoniusen, Mjølnir

Jórunn Elisdóttir Wang, DrátturAR

Rakur Biskopstø, Mjølnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder