Ítróttur

Føroyska U16 hondbóltslandsliðið vann sannførandi á U18 landsliðnum hjá Onglandi

...

2016-09-25 14:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við tíggju málum vann føroyska U16 dreingjalandsliðið í hondbólti U18 landsliðið hjá Onglandi.

Dysturin byrjaði væl, og føroyingar løgdu seg skjótt frammum. Eftir 15 min stó á á jøvnum 6-6 og løtu seinni 7-7. Restina av dystinum førdi føroyska landsliðið. Føroyska landsliðið tók seg longur og longur framum. ??rslitið gjørdist 29-19 til Føroyar.

Málskjúttar: Høgni Fríðuson Gaard 5, Johannes Bjørgvin 4, Hendrikur Davidsen 4, Johan Hansen 4, Gilli Holm 3, John Haldansen 3, Tróndur Mikkelsen 2, Martin Danielsen 2, Dánjal Ragnarson og Sakaris A. Sakriasson 1 hvør.

Síðsti dystur verður nú spældur í Viking Cup, har U19 og U17 landsliðini hjá Skotlandi spæla. Hvørt føroyska liðið endar sum nr. 1 ella 2 í Viking Cup avhongur av, hvør vinnur av U19 og U17 landsliðnum í Skotlandi. Føroyar taptu móti U18 landsliðnum hjá Skotlandi við einum máli og vunnu sannførandi á U17 landsliðnum hjá Skotlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder