TSF.fo skrivar: Føroyska súkklulandsliðið er nú úttikið, men áðrenn tað kom so langt, so skuldu føroysku súkklarar koyra tríggjar kappingar fyri at finna fram til hvør skuldi mannað føroyska landsliðið. Á Oyggjaleikum verður kappast í trimum greinum - einkultstart, landavegsúkkling og býarkoyring - og soleiðis var eisini hetta vikuskiftið.
Byrjað var fríggjakvøldið, og tá var einkultstartur á skránni. Teinurin var okkara "klassikari" og tað er úr Havn til Kaldbak og aftur. Hesin teinur er uml. 30 km langur.
Guðmundur Joensen var sannførandi, og hóast tekniskt brek, so vann hann ein tryggan sigur. Væl gekk hjá Jóanis Albert Nielsen eisini, og hann gjørdist næstur. Hetta hóast krím. Eisini Dávur Magnussen yvirraskaði, tá hann gjørdist nummar trý, hóast hann ikki koyrdi á einari einkultstartssúkklu, ella koyrdi við einum sokallaðum TRIBOYLA.
LEYGARDAGIN (18. apríl) bleiv kappast í landavegsúkkling. Teinurin var úr Havn, til Kaldbak, gjøgnum Kaldbakstunnilin, eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Leiðin gekk síðan eftir Marknagilsvegnum til Gomlurætt. Frá Gomlurætt gekk leiðin móti Havnini. Eftir Ringvegnum, eftir Strond, og so bleiv vent við Skansan. Leiðin gekk síðan á mál við Plantusøluna við Hvítanesvegin.
Aftur var tað Guðmundur Joensen, ið vann. Men áðrenn vinnarin bleiv funnin var tað okkurt, ið bendi á, at tað møguliga IKKI bleiv favoritturin, ið fór við Sigrinum. Guðmundur var favorittur at vinna, men eftir bert 10 km var tað Gunnar Dahl-Olsen, ið fór frá feltinum. Hetta var Kaldbaksbotni. Gunnar økti aftur til feltið, og tá farið var niðan úr Kollafjarðadali var munurin uml. 1 minutt aftur til eitt felt uppá fýra mans. Komnir til Mjørkadal høvdu hesir minkað um munin fram til oddin, men við Lambafellið hevði Gunnar aftur økt um munin og nú var aftur ein minuttur aftur til Guðmundur, Boga Kristiansen, Dávur Magnussen og Hilmar Hansen.
Við Handilsskúlan var samling aftur. Nú fylgdust hesir fimm til Gomlurætt. Nú kom røringur í. Guðmundur royndi at slíta seg leysan niðan úr Gomlurætt, og leyst var, men komnir niðan á var samling aftur. Gunnar var troyttur og orkaði nú illa at "halda hjul". Á brekkuni niðan móti Velbastaðhálsi gjørdi Guðmundur enn eina roynd og nú orkaði ongin at fylgja honum. Guðmundur koyrdi "i ensom majestæt" allan teinin til Havnar og á mál, og vann sær sín næsta trygga sigur.
Tað bleiv til ein endaspurt millum Boga og Dávur. Bogi átti munin og kom næstur um málstrikun.
Gunnar og Hilmar fylgdust, og her var tað Gunnar, ið átti munin.
Jógvan Højgaard og Sverri Mohr Edvinsson vóru væl koyrandi, og hóast teir koyrdu stóran part av teininum einsamallir, ja so komu hesir á mál stutt eftir hinar.
SUNNUMORGUNIN (19. apríl) skuldu menn kappast í býarsúkkling. Kappast á teininum kring Tekniska Skúla í Havn. Teinurin er uml. 1 km langur, og koyrast skuldi 45 minuttir, pluss tvey umfør.
Meðan tað gekk gott fríggjakvøldið hjá Jóanis Albert, ja so gekk minni gott leygardagin. Hetta vildi hann allarhelst ikki hava sitandi á sær, og legði hann tí hart út sunnumorgunin. Tíðliga í kappingini fór hann frá feltinum. Støðan helt sær leingi, men tá tað bæði var mótvindur og mótbrekka niðan móti bilasøluni hjá Wenzel, so kostaði hetta nógvar kreftir. Løtu seinni var vent í holuni, og nú vóru tað Dávur Magnussen, Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen, ið høvdu lagt seg framum. Hesir øktu aftur til hinar, og tá vinnarin skuldi finnast, var tað eftir hesum trimum hyggjast skuldi eftir.
Bogi kom best burturúr síðsta svinginum í seinasta umfari. Gunnar fangaði skjótt bakhjólið hjá Boga. Løtu seinni byrjaði Gunnar endaspurtin, men ein vælkoyrandi Dávur minkaði og minkaði og minkaði, og beint sum farið var um málstrikuna átti Dávur munin og gjørdist tí vinnari av býarsúkklingini. Við hesum sigri, og einum góðum avriki í øllum trimum úttøkukappingunum, bleiv tað hann, ið saman við Guðmundur Joensen, tryggjaði sær tað eitt gott og trygt plássð á føroyska súkklulandsliðnum, saman við Torkil Veyhe.
Føroya Triathlon Felag skipaði eisini fyri úttøkukapping sunnudagin 19. apríl, og tá Guðmundur aftur her vann sær ein tryggan sigur, ja so skuldi hann brúka eina løtu fyri seg sjálvan fyri at vita hvat hann heldur vildi - súkkling ella triathlon. Á Bermuda vann Guðmundur silvur, og valið fall millum annað tí á Triathlon.
Føroyska súkklulandslið sær soleiðis út:
Torkil Veyhe
Dávur Magnussen
Bogi Kristiansen
Jóanis Albert Nielsen
Gunnar Dahl-Olsen
Á Hvítusunnu fer føroyska súkklulandsliðið á venjingarlegu, og umfram at venja saman verður eisini kappast í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald