Í annaðkvøld verður søga skrivað, tá Føroyar fyri fyrstu ferð kunnu krúna sína egnu Miss Universe. Tað er 20 ára gamla Turið Elinborgardóttir, ið beint eftir kl. 22 fær krúnuna setta á høvdið uppi á pallinum. Tað verður borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, ið krúnar Turið við serstøku Silvursniðkrúnuni.
Turið Elinborgardóttir stillaði upprunaliga upp til donsku kappingina, og slapp víðari til finaluna, sum verður 14. august, har føroyska Laila av Reyni er ein av dómarunum. Tá fyrireikararnir frættu, at Turið var úr Føroyum, bleiv avrátt, at hon skuldi sleppa at ogna sær almenna føroyska heitið Miss Universe Føroyar. Í ár verður eingin serstøk føroysk Miss Universekapping, men tað verður tað væntandi í framtíðini.
Turið hevur ikki bara ognað sær heitið Miss Universe Føroyar, hon er eisini sloppin við til stóru kappingina Miss Internationalu. Til hesa kapping skal hon umboða Føroyar, sum er sloppið við sum serstakt luttakaraland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald