2016-03-01 08:29
Føroyska lodnukvotan er uppfiskað - Finnur Fríði fór í nátt at sigla heim við 300 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa á Tvøroyri til Varðin Pelagic, Finnur Fríði verður á Tvøroyri á midnátt.
Vit hava tosað umborð í morgun - Arni Hansen skipari segði, at teir hendan túrin hava roynt heilt vestur ímóti Reykjanesi, tað er góð lodna, sum teir koma heim við, prísurin er eisini góður segði skiparin á Finni Fríða. Tað var gott veður á leiðini har teir vóru staddir.
Arni Hansen segði, at nú verður farið á svartkjaftaveiðu, hvørt tað verður í føroyskum sjógvi ella ES-sjógvi, tað var ikki avgjørt enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald