2016-05-08 15:23
Í gjár spældi føroyska A-landsliðið hjá kvinnum vinardyst ímóti Danmark. Ongantíð áður hava vit havt nakran møguleika, tá ið vit hava bjóðað dønum av á hægsta stigi, men hesaferð var tað um líka við, at tað eydnaðist, tí dysturin endaði 3-2 til Danmark. So merkisvert er hetta úrslit, at heimasíðan hjá CEV, sum er altjóða Evropeiska flogbóltssamgongan hevur tað sum høvðustíðindi.
Ikki smávegis heiður hjá Føroyum, nú tað stundar til HM/EM-kapping, har føroysku kvinnurnar skulu dystast ímóti Kýpros, Liktinstein og Írlandi um at koma víðari til EM og til HM. Kappingin í Føroyum er í døgunum 23. - 25. mai, og verður hildin í høllini á Hálsi í Havn.
Leinki til síðuna hjá CEV sæst her:http://cev.lu/News.aspx?NewsID=23083&ID=2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald