Vinna

Føroyska íverksetarafyritøkan FarPay yvirtekur danska fyritøku

...

2017-03-21 08:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska íverksetarafyritøkan FarPay, sum umvegis ???plug-n-play cloud-loysnir??? gevur fyritøkum atgongd til øll sløg av gjaldsloysnum, yvirtekur donsku fakturaloysnina iBill. Yvirtøkan er eitt lið í vakstrarætlanini hjá FarPay. Yvirtøkan merkir samstundis, at verandi kundar hjá iBill verða fluttir yvir á eina meira nútímans tekniska loysn, við eini røð av nýggjum møguleikum innan gjaldsloysnir.

iBill er ein partur av Danske Faktura ApS og umsitur í dag fakturar fyri hundraðtals av donskum kundum, og handfer árliga inngjaldingar fyri meira enn 200 milliónir kr. FarPay yvirtekur nú allar verandi kundar, sum fáa í boðið at knýta seg til nútímans loysnina hjá FarPay, har teir eisini kunnu fáa ???plug-n-play??? atgongd til allar gjaldsloysnir.

???Talgilding og sjálvvirkandi prosessir, so sum sjálvvirkandi eftiransing av fakturum og sending av rykkjarum tá gjalding manglar,kann spara fyritøkum nógvar tímar í dagligu umsitingini. Okkara loysn er meira nútímans enn tann hjá iBill, samstundis sum vit bjóða fleiri ymiskar gjaldsloysnir, og tí hóska vit væl saman,??? sigur sølustjórin hjá FarPay Sámal Samuelsen.

Sjálvvirking, og harvið stór sparing av tíð hjá smáum og miðalstórum fyritøkum, er kjarnan í tænastunum hjá FarPay. FarPay virkar sum ein ósjónligur motorur, sum sjálvvirkandi handfer øll krøv, gjaldingar og rykkjarar millum bókhaldsskipanina og kundarnar.

???Ringir gjaldarar eru dýrir umsitingarliga, m.a. í samband við rykkjarar. Tá skipanin hjá FarPay sjálv finnur útav, at kundin ikki hevur goldið til tíðina, sendir FarPay sjálvvirkandi áminningar við telduposti til kundan. Hetta hevur vanliga við sær, at kundin rindar skjótari, nakað, sum er við til at betra um peningastreymin, og minkar munandi um arbeiði at innkrevja skuld???, sigur Sámal Samuelsen.

Brýtur niður stórar forðingar innan gjaldsloysnir

Afturat eftiransingini av fakturarenslinum, letur FarPay ???plug-n-play cloud-loysnir???, sum geva fyritøkum atgongd til øll sløg av gjaldsloysnum, so sum Betalingsservice, Leverandørservice, kortgjaldingar, MobilePay og Mínrokning, uttan at fyritøkan skal gera tillagingar í sínari egnu bókhalds- og KT-skipan.

???Higartil hevur tað verið ein tung, kostnaðarmikil og long tilgongd hjá fyritøkunum at skifta til nýggjar gjaldsloysnir. Við okkara skipan hava vit, sum tann einasti veitarin á marknaðinum, møguleika fyri at geva fyritøkunum atgongd uppá fáar minuttir, og tað krevur onga broyting hjá fyritøkuni. Hetta gevur fyritøkunum nakrar heilt nýggjar møguleikar, sum tær ikki hava havt áður???, greiðir Sámal Samuelsen frá.

Tí sær leiðslan hjá Danske Faktura ApS eisini samstarvið við FarPay sum skilabestu loysnina.

???Vit hava valt at leggja alla okkara orku í kjarnuforrætningina ViaBill, har okkara serkunnleiki er at bjóða avdráttarloysnir til keyp umvegis nethandlar. Tí hevur tað havt stóran týdning fyri okkum at finna ein keypara, sum kann styrkja sjálvvirkandi eftiransingina av fakturarenslinum hjá fyritøkunum, og flyta loysnina til eitt heilt nýtt støði, og tí er FarPay tann heilt rætti keyparin???, sigur Alexander Løkke hjá Danske Faktura ApS

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder