Vinna

Føroyska arbeiðsfjøldin tann virknasta í Europa

...

2019-01-22 13:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan: Av øllum teim 36.500 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.500 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru um 5.000. Sostatt er vinnutíttleikin stívliga 86%, roknað fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 88% og hjá kvinnum nærum eins stórur við 84%.

Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum, t.v.s. arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, tann størsti í Europa, við Íslandi tætt aftanfyri.

Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Aftast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.

Í talvuni niðanfyri sæst arbeiðsfjøldin í sýslunum kring landið. Streymoyar sýsla er tó býtt sundur í tvey, Norðstreym og Suðurstreym. Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er hon eins stór í Norðstreymi, Eysturoy og Suðurstreymi við knappliga 88%.

Síðan koma Norðoya og Vága sýslur, har vinnutíttleikin er um 85%, og minstur er hann í Sandoyar og Suðuroyar sýslum við ávikavist 82 og 79%.

Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Norðstreymi við stívliga 92% og minstur í Suðuroy við knappliga 81%.

Hjá kvinnum er hann hægstur í Eysturoy og Suðurstreymi við knappliga 86%, og lægstur í Sandoyar og Suðuroyar sýslum við 78%.

Føroyski vinnutíttleikin størstur í Europa
Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð.

Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Europa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat.

Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar og Ísland langt fremst við einum vinnutíttleika ávikavist 86% og 83%. Síðan er eitt lop niður til Sveits við 76% og Svøríki við 74. Noreg, Týskland, Danmark og Bretland og Eysturríki liggja um 70-71%.

Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 57%.

Hjá monnum eru Føroyar á odda við 88% og síðani Ísland við 86%. Og av tí at føroysku kvinnurnar við 84% eru væl framman fyri Ísland við 79%, verður samanlagda úrslitið, at Føroyar samanlagt fyri bæði kyn eru á 86% og Ísland á 83%.

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum nógv lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 4%-stig á muni, 7% í Íslandi og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 12%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 77% hjá monnum (fjórð størstur av øllum) men bert 37% hjá kvinnum, ið er nógv minstur av øllum.

Vinnutíttleikin stórur frá teim yngstu til tey elstu
Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu í hesum báðum londum eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út um pensjónsaldur, enn aðrastaðni.

Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu um 20-ára aldur uppi á 80% í vinnutíttleika, samanborið við 55% í Danmark og um 20% í ES-londunum sum heild.

Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Og tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar og Ísland í serstøðu við einum vinnutíttleika oman fyri 50%, meðan hann er langt niðanfyri alla aðra staðni ??? heilt niðri á 10% í Danmark og ES-londunum sum heild.

Eisini skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr, har tær í aldursbólkunum frá 35 árum og allan vegin fram eru langt oman fyri kvinnurnar í hinum londunum í vinnutíttleika, t.d. við umleið 50% í aldursbólkinum 65-74 ár, samanborið við minni enn 10% hjá kvinnum aðrastaðni.

Um arbeiðsfjøldarteljingina

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldini er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. ??ll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.

??tgreinað hagtøl frá arbeiðsfjøldarkanningini eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder