Vinna

Føroyska arbeiðsfjøldin sera stór í mun til fólkatali

...

2016-03-02 09:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Av øllum teim 35.300 fólkunum í Føroyum, ið eru í aldrinum 15 til 74 ár, eru umleið 30.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru um 5.300. Sostatt er vinnutíttleikin 85%, roknað fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 87%, ið er nakað størri enn hjá kvinnum við 83%, men munurin er tó ikki so stórur sum í øðrum londum.

Tað eru sera stór tøl, og er vinnutíttleikin í Føroyum, altso arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, tann størsti í Europa, við Íslandi eitt lítið vet aftanfyri.

Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Aftast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina, ið hesaferð í høvuðsheitum varð gjørd sum ein víðfevnandi teljing úr fyrisitingarligum skráum, meðan hon árini frammanundan varð gjørd sum spurnarkanning burturav.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.

Í talvuni niðanfyri sæst arbeiðsfjøldin í sýslunum kring landið. Streymoyar sýsla er tó býtt sundur í tvey, Norðstreym og Suðurstreym. Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er arbeiðsfjøldin javnt stór um alt landi, tó nakað lægri í Suðuroy og lægst í Sandoy.

Roknað fyri bæði kyn er vinnutíttleikin størstur í Norðoyggjum og Suðurstreym við stívliga 86%, síðani um 85% í Eysturoy, Norðstreymoy og Vága sýslu. So er nakað niður til Suðuroy við 79% og lægsti vinnutíttleikin er í Sandoyar sýslu við 77%.

Hjá monnum er vinnutíttleikin størstur í Norðstreymi við umleið 90%, men her er eisini størsti munur milum kynini, tí hjá kvinnum er hann um 80%. Há kvinnum er vinnutíttleikin størstur í Suðurstreymi og Norðoyggjum, og her er hann eisini javnast millum kynini.

Føroyski vinnutíttleikin størstur í Europa
Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon umleið líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð, ið harumframt byggir á nógv sterkari teljigrundarlag, enn hinar kanningarnar, ið vóru spurnarkanningar við stakroyndum, ið so vóru upproknaðar til fult fólkatal.

Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 33 onnur lond í Europa, sambært Eurostat.

Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar og Ísland langt framst við einum vinnutíttleika ávikavist 85% og 84%. Síðan er eitt lop niður til Sveits við 76%, Svøríki við 73% og Noreg við 71%. Danmark, Bretland og Týskland liggja um 68-69%.

Hjá monnum er Ísland við vinnutíttleika á 88% framman fyri Føroyar við 87%. Men av tí at føroysku kvinnurnar við 83% eru longri framman fyri Ísland við 80%, verður samanlagda úrslitið, at kvinnurnar draga Føroyar beint upp um Ísland.

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum nógv lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 4% á muni, 8% í Íslandi og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 12%.

Tey ungu, tey eldru og kvinnurnar gera stóra munin
Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu eru nógv meira vinnuliga virkin her enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út um pensjónsaldur, enn aðrastaðni.

Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu um 20-ára aldur uppi á 80-90% í vinnutíttleika, samanborið við 70-75% í Danmark og um 60% í ES-londunum sum heild.

Enn størri er munurin hjá teimum eldru, og tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika um 75% bæði hjá monnum og kvinnum, meðan hann er langt niðanfyri alla aðra staðni ??? heilt niðri á 10-15% í ES-londunum sum heild.

Somuleiðis skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr: t.d. í aldrinum 35-44 ár, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er stívliga 95%, samanborið við 80-85% bæði í Íslandi, Danmark og ES-londunum sum heild.

Um arbeiðsfjøldarteljingina
Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Uppgerðin av arbeiðsfjøldini hesaferð (nov. 2015) er gjørd á annan hátt og við sterkari grundarlagi, enn árini frammanundan. Tá varð tað gjørt við eini spurnarkanning burturav, har úrslitini frá stakroyndum á umleið 1.000-1.500 fólkum vórðu upproknað til fult fólkatal.

Hesaferð er ein viðfevnandi og full teljing gjørd burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndum gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum.

Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. ??ll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum í november verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder