Vinna

Føroyska alivinnan 426 mió kr. í skatti í 2014

...

2015-11-16 18:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 - Av hesum vórðu omanfyri 300 mió kr. goldnar tí almenna í árinum. Talan er um met í føroyskari alisøgu

 

 

Í 2014 var skatturin hjá føroyskum havbúnaði tils. 426 mió kr. Hetta talið fevnir um partafelagsskatt, kapitalvinningsskatt, loyvisgjald og tøkugjald hjá teimum 4 fyritøkunum í hesari vinnugreinini. Hetta er methøgt og ein øking á uml. 180 mió kr. í mun til 2013, tá skatturin var tils. 245 mió kr.

 

Partur av teimum 426 mió kr. er útsettur skattur, sum verður avsettur at vera útgoldin til tað almenna seinni, men framvegis fekk tað almenna útgoldið omanfyri 300 mió kr. í 2014.

 

Í hesum tølum er ikki íroknaður persónligur inntøkuskattur hjá teimum starvsfólkunum, ið starvast í føroyskum havbúnaði. Heldur ikki er íroknaður skatturin av tí avleidda virkseminum, sum havbúnaðurin skapar. Eitt nú av teimum íløgum, sum havbúnaðurin í hesum árum ger fyri at framtíðartryggja seg, so hann er betri førur fyri at standa ímóti avbjóðingunum í komandi árum.

 

Havbúnaðarfelagið væntar, at við teimum røttu karmunum um virksemið, fara skattainntøkurnar hjá tí almenna frá føroyskum havbúnaði at økjast í komandi árum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder