Vinna

Føroysk sjófólk fáa 4G samband úti á havinum

...

2016-10-06 09:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

 Vodafone útbyggir sítt sjónet, so at føroysk sjófólk sum nakað nýtt fáa 4G samband heilt upp til 100 km út á hav. Nýggja útbyggingin av sjónetinum hjá Vodafone viðførir, at skip í føroyskum havøki kunnu fáa nógv skjótari internet fyri nógv minni kostnað í mun til samband umvegis fylgisvein.

 

- Tørvurin hjá sjófólki er nógv broyttur síðstu árini, og tí hava vit valt at taka hetta slóðbrótandi stig, sigur Suni Justinussen, sølustjóri á Vodafone. Gott internet samband umborð er vorðið alneyðugt fyri trivnaðin hjá sjófólki, og við okkara nýggja sjóneti kunnu tey vera á netinum langt úti á havinum við somu ferð sum heima.

 

??tbyggingin av sjónetinum er ein liður í 4G útrullingini hjá Vodafone, sum eisini umfatar útbygging av 4G netinum á landi. Í løtuni hava flestu føroyingar atgongd til 4G netið hjá Vodafone, har tey búgva, og útbyggingin av netinum heldur áfram.

 

Fakta um sjónetið:

-          5 støðir kring landið geva 4G samband upp til 100 km út á hav.

-          Støðirnar eru á Eiði, Fugloynni, Mykinesi, Nólsoynni og sunnast í Suðuroynni.

-          Fyrsta støðin er tendrað (Eiði), og hinar eru um at vera klárar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder