Mentan

Føroysk list út í heim

...

2015-06-05 14:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuni sá heimasíðan Atlantic Artwork dagsins ljós. Heimasíðan er ein søluplatformur ið savnar nakað av tí besta innan føroyska málningalist. Endamálið við síðuni er tvíføld, at gera føroysk list sjónligari og at lætta um sjálva søluna hjá listafólkum.

- Eg haldi at vit í Føroyum hava nøkur sera dugnalig listafólk, ið als ikki standa aftanfyri altjóða støðið. Men til tíðir kann tað vera torført, hjá einum møguligum útlendskum keypara, at síggja hvat føroyska útboðið er. Um viðkomandi ikki hevur møguleika at koma til Føroyar at vitja listafólkini ella listasøvn, so kann tað vera sera torført at ogna sær ein føroyskan málning, sigur Bergur Thomsen, stigtakari til Atlantic Artwork.

Heimasíðan virkar soleiðis, at nøkur listafólk sýna sínar málningar á síðuni. Tá so eitt av teirra listaverkum verður keypt, verður tað sent keypara umvegis flutningsfyritøku. Hetta lættir tískil nógv um hjá listafólkunum, ið hava sakna ein líknandi møguleika.

Heimasíðan eitur AtlanticArtwork.com, og er á enskum fyri at kunna raka so breitt sum gjørligt. Føroyingar eru sjálvandi eisini meir enn vælkomnir at keypa á síðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder