Vinna

Føroysk KT-loysn til størsta bingjuflutningsfelagið í Amerika

...

2019-11-06 14:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Globe Tracker hevur í vikuni gjørt avtalu við størsta bingjuflutningsfelagið í Amerika, Seaboard Marine, um at útgerða teirra skip og bingjur við føroysku KT-loysnini.


Fyri Seaboard Marine merkir tað, at tey gjøgnum skipanina hjá Globe Tracker kunnu fylgja vøruni nágreiniliga allan vegin frá sendara til móttakara, og at møguligir trupulleikar við eitt nú kuldaskipanum kunnu loysast beinan vegin umvegis netið, líkamikið hvar vøran er.

Sum part av avtaluni skal telefelagið WMS uppseta fylgisveinasamband og framkomin tráðleys net umborð á skipunum hjá Seaboard Marine, soleiðis at samband altíð er við bingjurnar.

Les meira um slóðbrótandi avtaluna her:https://www.globetracker.com/seaboard-marine

Hetta er onnur stóra avtalan hjá Globe Tracker í ár. Tíðliga í summar varð avtala gjørd við týska flutningsrisan Hapag-Lloyd um útgerð og forrit til allar 100.000 kølibingjurnar hjá teimum.

Um Seaboard MarineSeaboard Marine varð upprunaliga stovnað í 1983 og hevur fastar rutur millum Norðuramerika, Karibisku oyggjarnar, Miðamerika og Suðuramerika. Seaboard Marine hevur fleiri enn 25 bingjuskip og rutur til nærum 40 havnarbýir.
www.seaboardmarine.com

Um Globe TrackerGlobe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida, umframt virksemi í Íslandi og Týsklandi. Høvuðspartaeigarar eru Tryggingarfelagið Lív, P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið, Norðoya Íløgufelag og Framherji. Í Globe Tracker starvast 19 fólk, harav 9 í Føroyum.
www.globetracker.com

Um WMSWireless Maritime Services (WMS) er heimsins størsti fartelefon-operatørur á sjónum. WMS veitir tænastur til fleiri enn 18 milliónum ferðafólk um árið á fleiri enn 160 skipum. WMS veitir vanligar fartelefontænastur, umframt Wi-Fi og Internet of Things (IoT) tænastur til maritima ídnaðin. WMS hevur høvuðsskrivstovu í Florida.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder