Ítróttur

Føroysk heiðursmerki á Reykjavík International 2017

...

2017-01-28 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Svimjing.com skrivar:

So er fyrsti stevnupartur avgreiddur á Reykjavík International 2017, og hava føroyskir svimjarar longu vunnið nógv heiðursmerki.

Í 50 rygg vann Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag gull í yngra bólkinum við 34.12.

Í 50 bringu vann Rebekka Trygvadóttir úr ??gir gull í yngra bólkinum við 36.58, og Petra A. Nielsen úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við 38.41.

Í 400 blandað vann Rebekka Trygvadóttir úr ??gir gull í yngra bólkinum við 5:37.96, og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gull í eldra bólkinum við 4:59.90.

Í 50 frí Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag gull í yngra bólkinum við 28.88.

Í 800 frí vann Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag silvur í yngra bólkinum við 9:42.24, og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gull í eldra bólkinum við 9:18.19.

Reykjavík International er langgeilastevna, tvs í 50 metra longum svimjihyli.

??ll úrslit frá RIG 2017 verða løgd úther á SwimRankings

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder