Hví virka vit ikki makrelin víðari til spennandi hávirðis vørur í Føroyum, so vit skapa nógv størri virðisøking og spennandi arbeiðspláss - ikki á fiskavirkjum, men á matvøruvirkjum? Koyra hann í dós ella framleiða gourmet vørur til feinschmekkaran á tí eksklusiva marknaðinum, sum er tilreiðar at rinda ovurstóran prís?
Á nei, tað kunnu vit ikki, tí vit eru ikki eitt veruligt land, sum kann gera góðar handilsavtalur við okkara høvuðsmarknaðir. Eitt sjálvstøðugt land, sum kundi verið partur av EFTA og EBS og harvið havt atgongd til 25 fríhandilsavtalur í einum. Og fara vit uppí ES verður tað sum partur av Danmark og so eru vit fyri altíð dømd at vera ein útjaðari í einum øðrum landi í stóra EU. Umframt at vit eisini hava latið ræðið á fiskivinnuni frá okkum.
Og tí mugu føroysk reiðarí keypa virkir í Týsklandi, har tey kunnu víðari góðska makrelin. Tì har eru tey innanfyri EU markið og kunnu selja vøruna tollfrítt. Og skapa stór virðir í Týsklandi við kvotuni úr Føroyum. Gott hjá Týsklandi og gott hjá einari føroyskari fyritøku. Men gott fyri Føroyar?
Og hví er tað nú, at okkara framúr knáu svimjarar ikki kunnu kappast í OL - og nú heldur ikki í vanligum evropeiskum kappingum - undir Merkinum? Og hví hava vit brúkt krút í 30 ár uppá at júka IOC um at lova okkum inn í hitan - lova okkum at gerast sjálvstøðugan lim? Tá ið tað greitt stendur í viðtøkunum, at bara sjálvstøðug lond kunnu gerast limir. Vilja vit ikki viðurkenna veruleikan?
Er tað nakað sum fær allar føroyingar at vakna og harmast, so er tað tá føroysk ítróttarfólk kappast undir Danabrók. Men vit góðtaka uttan at blunka, at allir føroyingar nú skulu hava danskt cpr nr og Nem-id og at vit avreiða øll kt og vitanararbeiðspláss til Danmarkar. Hava vit uppiborið at kappast undir føroyskum flaggi, tá vit ikki vilja gerast sjálvstøðugt land?
Og hvussu var tað nú við Norðurlandaráðnum? Hvussu leingi hava vit júkað um at gerast fullgyldugir limir har?
Hvussu leingi ætla vit at bidda og biðja onnur um at broyta sínar reglur og geva okkum somu rættindir sum sjálvstøðugar tjóðir hava, uttan at vit sjálvi vilja rætta hond frá síðu til at taka ábyrgdina av landinum?
Nær fara vit at taka endaliga støðu til spurningin um vit vilja verða ein donsk kommuna ella eitt sjálvstøðugt land? Skal hendan einki-støðan halda fram í allar ævir? Ein avmarkandi heimastýris hugsunarháttur gjøgnumseyrar alt kjak og allar tankar her á landi. Kann tað vera so galið, at eingin sær nakra aðra loysn, enn hesar einki-loysnir, har vit liva uppá náði frá øðrum?
Loysnin er beint frammanfyri okkum. Heldur enn at brúka alla hesa orkuna uppá at bidda og søkja um undantøk og øsa seg um órættvísi, lat okkum so heldur arbeiða fyri tí mest eyðsýnda, sum hevði loyst allar hesar trupulleikar. Taka ábyrgd av okkum sjálvum og landinum, so hava vit fullgyldugan limaskap ikki bara í IOC, EFTA og í Norðurlandaráðnum, men eisini í ST! Vit kunnu handla frítt við tey lond vit ynskja, umframt endaleysar aðrar fyrimunir og inntøkumøguleikar, ið lata seg upp fyri okkum.
Verður tað lætt? Nei. Verður tað einfalt? Nei. Klára vit tað? Sjálvsagt. Í samstarvi við onnur lond - serliga Danmark - fara vit sjálvsagt at kunna taka ræði á teimum fáu málsøkjum, ið eru eftir. Tað restar so lítið í - glasið er næstan fult. Og vit hava so dugnaligt og vælútbúgvið fólk, at øll eiga at síggja, at vit saktans kunnu umsita øll okkara viðurskifti og stjórna landinum sjálvi.
Gunvør Balle
3. mars 2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald