Nú eg havi lisið uppskot til nýggja fiskivinnunýskpan, kunnu vit bara endaliga staðfesta, at føroysk fiskivinna á landgrunninum, heldur uppat.
Heimaflotin hevur ikki nakran livandi møguleika, at fáa nakran skynsaman rakstur vísandi til hetta uppskot og tað er eingin ivi, at hetta uppskot er eitt uppskot, sum eggjar verandi aktørum í heimaflotanum, at verða pro bono aktørar.
Afturat hesum, kunnu vit eisini staðfesta, at teir sum hava kalla flakavirkiseigarnir á Kósini og Faroe Origin, sum dómadagsprofetar ??? tíðanverri fáa rætt í sínum útlegginum, tí uttan nakran heimaflota, verður heldur ikki lív laga hjá flakavirkisvinnuni á landi.
Hetta er syrgiligt og hetta er so langt úti, at spurningurin er, um henda tilætlaða nýskipan, sum vit vita, kemur at niðurlaga serliga heimaflotan, ikki er ólóglig.
Eg má tó viðurkenna eitt positivt við hesum uppskotinum, og tað er greiningin av hugtakinum ???Ogn Føroya fólks???.
???At tilfeingið er ogn Føroya fólks merkir, at tilfeingið er ogn hjá føroysku tjóðini - ein samfelagsogn - sum eigur at verða gagnnýtt soleiðis, at virðið av hesum tilfeingi verður øllum tí føroyska samfelagnum at frama. Orðingin ???ogn Føroya fólks??? førir ikki við sær, at allir borgarar landsins kunnu krevja sín part av tilfeinginum og krevja sín rætt til at gera nýtslu av hesum tilfeingi, men inniber, at gagnnýtslan skal tæna áhugamálunum hjá fjøldini.???
Tað stutta av tí langa er so tað, um hetta uppskot verður samtykt í verandi útgávu, kunnu vit bara staðfesta, at heimaflotin og flakavirkini verða stongd. Grundarlagið verður snøgt sagt vekk og vit koma ikki at hava nakran verandi aktør ella nýggjan íverksetara, sum megnar at fáa nakran skynsaman rakstur eftir einum slíkum leisti.
2000 arbeiðspláss kunnu hvørva, og hetta kemur at raka norður- og eysturøki sera hart, men trúgv mær, hetta kemur eisini at raka allar Føroyar tí fiskivinnan hevur ALTÍÐ verið grundarsteinurin undir tí føroyska samfelagnum og henda grundarstein, kann Føroyar ikki verða fyri uttan
Símun Gullaksen
Phone +298 217055
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald