2015-01-06 03:01
Ein maður, sum nakað fyri middag í dag boðaði løgregluni í Keypmannahavn frá, at hann hevði dripið konu sína, var føroyingur.
Tað upplýsir løgreglan í Keypmannahavn fyri blaðnum Ekstrabladet.
Maðurin ringdi sjálvur til 112 og fortaldi, at hann hevði stungið 34 ára gomlu konuna. Hendingin fór fram í eini íbúð á Frederiksberg. Politiið upplýsir fyri blaðnum, at maðurin og kvinnan hava livað í einum harðligum parlagi og hava livað hvør sær í tíðarskeið, men hava eftir øllum at døma verið saman aftur um jólahalguna.
Maðurin verður framstillaður fyri ein dómara í grundlógarhoyri í morgin, tað skrivar www.portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald