2015-03-04 19:16
Vinnuvitan.fo skrivar: Niels Peter Louis-Hansen, sum eigur Coloplast, fekk óvæntaða vitjan av 35 ára gomlum føroyingi í vikuskiftinum.
Ríkmaðurin Niels Peter Louis-Hansen og kona hansara vóru í vikuskiftinum útsett fyri grovum innbroti. Talan var um ein 35 ára gamli føroying, sum breyt inn í teirra heim og hótti við byrsu.
Føroyingurin kravdi, at Niels Peter Louis-Hansen gjørdi ein flyting áljóðandi 2,5 milliónir umvegis netbankan til kontuna hjá føroyinginum.
Føroyingurin er síðani handtikin og fongslaður í 4 vikur fyribils. Tað avgjørdi rætturin í Lyngby mánadagin.
??? Grundlógaravhoyringin var fyri afturlætnum hurðum, og tí fái eg ikki sagt meira um málið, sigur ákarin, Camilla Godfrey, við Ekstra Bladet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald