2015-06-03 21:00
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at ein føroyingur skal sita á ovastu rók í FIFA
Kaj Leo Holm Johannesen, skrivar á Facebook:
Tað er eitt sum eg havi hugsað um leingi og eg eri púra sannførdur at tað er rætt at gerða fyri okkum sum fótbóltstjóð.
Føroyar hava veruliga prógvað í altjóða fótbólti at vit vilja nakað og FSF hevur gjørt eitt gott arbeiði frá tí vit byrjaðu at spæla við teimum stóru.
Okkara landslið er í løtuni útfrá teimum umstøðum vit hava okkara stoltleiki bæði úteftir og her heima.
Eg vil við hesum heita á leiðsluna í FSF um at Føroyar bjóða seg fram at yvirtaka formansskapin í FIFA.
Lat okkum tora enn meira uttanfyri vøllin uppá sama máta sum vit tora úti á vøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald