JN

Føroyingar vilja ikki vita av rúsdrekkakoyring

...

2017-11-23 11:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er langt frá í lagi at seta seg við róðrið við einari alkopromillu skeivu megin 0,2.

Tað siga heili 92% av føroyingum, sum ikki góðtaka koyring við rúsdrekka í blóðinum. Hetta vísir nýggj hugburðskanning sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur latið gjørt av Gallup nú í november. 92% siga, at rúsdrekkakoyring kann "ikki" ella "als ikki" verða góðtikin. 6% svara, at rúsdrekkakoyring skal helst ikki koma fyri.

- Vit eru ikki bilsin um hetta úrslitið. Hugburðurin ímóti rúsrekkakoyring er óvikiligur millum tey flestu. Men hjá summum kann vera langt frá hugburði til atferð. Tí rúsdrekkakoyring er framvegis orsøk til álvarsligar ferðsluvanlukkur, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd minna tí føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring.Ein skeiv avgerð kann broyta nógv, og øll kunnu vit gera mun. Umframt sjálvandi bilførarar, kunnu tey, sum eru rundan um, eisini gera sítt til at forða øðrum at seta seg við róðrið við promillum. Politiið ger rúskanningar meðan átakið er

Fá plakatir, klisturmerki og tatoveringar

Tað kann vera trupult at finna høvi at steðga øðrum at koyra ávirkað. Og tað kann kennast pínligt at leggja seg útí. Ein máti er at fáa plakatir, klisturmerki og tatoveringar frá Ferðslutrygd á[email protected]ella við at ringja 220064. Soleiðis verður mint á rúskoyring, eins og tað er høvi at taka tað upp og forða tí, um onkur ætlar sær at koyra ávirkaður. Eisini ber til at prenta út A4-plakatir av rff.fo, har eisini fíla er tøk til skíggjar.

- Endamálið hjá Ferðslutrygd og Trygd við hesum átaki er í fyrra lagi at venda okkum til rúskoyrararnar, men líka so nógv at eggja teimum rundanum, og fáa hesi at steðga honum ella henni at koyra, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder