FSF: Hóskvøldið spælir føroyska U21-landsliðið fimta dystin í EM-undankappingini, tá Týskland tekur ímóti á Volksbank Stadion í Frankfurt.
Hóskvøldið klokkan 19:00 føroyska tíð, skal føroyska U21-landsliðið av álvara í eldin aftur. Mótstøðuliðið hesaferð er Týskland, og um hugt verður eftir úrslitinum í fyrra dystinum, sum varð spældur á Tórsvølli í oktobur í fjør, so bíðar ein stór avbjóðing okkara monnum.
Í løtuni hava týskarar eitt av heimsins bestu U21-landsliðum, ið er mannað við leikarum, sum til dagliga eru partur av fleiri av stórfeløgunum í Týsklandi. Umframt at hesir til dagliga spæla í týsku Bundesliguni, hava fleiri av teimum eisini spælt í Champions League og Europa League.
Týska U21-liðið hevur eisini verið mestsum einaráðandi í bólki 7 í EM-undankappingini. Týskland hevur fult stigatal og málmunin 20-3, og hava tí beina kós ímóti endaspælinum, sum verður í Póllandi komandi ár.
- Hetta er toppurin av elituni, ið vit skulu møta. Tí krevst, at vit leggja nógv fyri, fyri at fáa eitt gott úrslit. Mótstøðumenninir teljast millum heimsins bestu í sínum aldursbólki. Men fyrireikingarnar hava gingið væl, og menn verða klárir til dystin hóskvøldið, so vit fara at gera alt, ið vit eru mentir og eitt sindur afturat fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Eli Hentze at enda úr Frankfurt.
U21 EM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar verður á Volksbank Stadion í Frankfurt hóskvøldið klokkan 19:00, føroyska tíð. Sum vit hava skilt, so verður dysturin vístur beinleiðis á EuroSport.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald