Tíðindaskriv
So stundar veruliga til stóra finaluna í HM Karaoke, sum í ár verður hildin í Vancouver, Kanada.
Føroyingar eru heilt væl umboðaðir, tá klaksvíksdaman Sofía Juel Rasmussen og havnamaðurin Dánial Gomez Guðjónsson fríggjadagin trína á pallin í Edgewater Casino. Við í ferðalagnum eru 5 føroyingar aftrat.
Í gjár kl 20 (03 um náttina føroysk tíð) var undanveitsla, har lutakast var um nær teir ymisku sangarnir skulu syngja.
Kappingin verður annars skipað soleiðis at allir sangarar syngja 2 sangir í fyrstu rundu. Fyrsta rundan verður fríggjadag og leygardag kl 16 (23 føroysk tíð), og tá fer at vera møguligt at stroyma og fylgja beinleiðis við á leinkju, sum kemur út á
https://www.facebook.com/Karaoke-Føroyar-114225195273511/???
Føroyska ferðalagið og sangarnir eru sum heild øgiliga spent og vónrík. ??? Eg hopi bara tað gongur gott, og at eg syngi, sum eg altíð plagi. So kann eg ikki gera meira.??? sigur Dánial. Sofía er somuleiðis spent: ???Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið, og eg gleði meg at sleppa á pallin at framføra. Hetta er ikki nakað eg eri von við, so eg eri ordiliga spent???.
1.umfar fríggjadagin
Sofía nr 3
Dánial nr 10
2. Umfar leygardagin
Sofía nr 6
Dánial nr 23
Fyri leypandi kunning um ferðina ber til at fylgja við facebook profilinum hjá Karaoke Føroyar herhttps://www.facebook.com/Karaoke-Føroyar-114225195273511/?fref=ts
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald