Mentan

Føroyingar hittast til jólagudstænastu í Oslo í morgin

...

2014-12-06 17:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyingar hittast til jólagudstænastu í Oslo í morgin


Í morgin, sunnudagin 7. desember, klokkan 15 verður føroysk
jólagudstænasta við føroyskum sálmum og føroyskari prædiku í ensku
kirkjuni í Oslo. Føroysk jólagudstænasta hevur verið í Oslo í desember á
hvørjum ári síðani miðskeiðis í 90'unum.

Tað verður Pauli Berthelsen, ið lesur gudfrøi á Menighetsfakultetet í
Oslo, ið skal halda prædikuna. Eitt barnakór verður við.

Aftaná gudstænastuna verður høvi at fáa ein drekkamunn og okkurt gott
afturvið.

Gudstænastan er í ensku kirkjuni, ið liggur í miðbýnum, og er at finna á
hesi adressuni: St. Edmunds Church/Den engelske kirke, Møllergata 30 í
Oslo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder