Eingin ivi er í mínari sál um, at føroyingar kunnu standa á egnum beinum. Men tað krevur samstundis skynsama fíggjarstýring, og tað kann Fólkaflokkurin borga fyri
Endamál Fólkafloksins er, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Fortreytin er tó, at vit vísa fíggjarligt skynsemi og duga at húsast við tí, sum vit hava. Hetta hava vit víst í verki seinasta valskeið, og tað er grundarlagið undir einum sjálvberandi búskapi.
Búskaparráðið hevur gjørt upp, at tann tøka bruttotjóðarinntøkan pr. íbúgva er størri í Føroyum enn í Danmark (Búskaparráðið 2014). Harvið er grundarlagið undir øktum blokkstuðli úr Danmark burtur. Tí er tíðin búgvin at fara undir eina sjálvstýristilgongd, har Føroyar gerast enn meira sjálvstøðugar búskaparliga.
Fólkaflokkurin hevur stillað fíggjarligu kumpassina, og nú er aftur møguleiki til at taka stig á sjálvstýrisleið. Fólkaflokkurin legði doyðin á at yvirtaka útlendingaøkið, men Sambandsflokkurin blokeraði málið. Hetta er ein yvirtøka, sum skal aftur á skrá eftir valið, og Føroyar skulu yvirtaka øll málsøkini nevnd í yvirtøkulógini.
Tað var eitt bragd og eitt politisk skarvslop, tá Fólkaflokkurin minkaði og frysti blokkin fyrst í hesi øldini. Tað var tí ikki við Fólkafloksins góða vilja, at løgmaður fór biddaragongd til Danmarkar, men tað var prísurin fyri at fara í samgongu og fyri at fremja aðrar skynsamar loysnir sum t.d. skattanýskipan.
Grundgevingin um at Føroyar eru ov lítlar at taka sær av útlendingaøkinum, gevi eg lítið fyri. Um henda grundgeving skal geva nakra meining, so eru vit eisini ov smá til at taka okkum av forsorgarhjálp, fiskiveiðisamráðingum, postverkinum, skipaeftirliti, almannahjálp, mentanarstuðli, vegagerð, skattamálum og mongum øðrum. Hetta er sjálvsagt ikki rætt.
Men fyrsta stigið á sjálvstýrisleið má vera at skapa ein burðardyggan og sjálvstøðugan búskap. Ein sterkur búskapur er hornasteinurin undir øllum sjálvbjargni, og tíðin er nú eisini búgvin til at taka næsta stigið á sjálvstýrisleið.
Rodmundur Nielsen
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald