2016-05-23 21:12
Írland hevði ongan kjans móti føroysku vertunum, tá liðin brustu saman í høllini á Hálsi í kvøld.
Føroyar vunnu dystin trygt 3-0, og stóri munurin á liðunum sæst aftur í settúrslitunum, sum gjørdust 25-8, 25-12 og 25-11.
Føroyska liðið spældi øgiliga væl í dag og gjørdi fáar feilir. Servutrýstið var gott, móttøkurnar vóru rættiliga góðar við tí úrsliti, at álopsspælið trýsti írsku mótstøðuna í botn.
Dysturin móti Írlandi er tann fyrsti í EM/HM-kappingini, sum er í høllini á Hálsi í hesum døgum, og hann setur eina tjúkka striku undir leiklutin hjá føroyska liðnum sum annar av favorittunum í kappingini, saman við Kýpros.
Hvat av liðunum endar ovast, verður ikki avgjørt fyrr enn í seinasta dystinum, sum verður spældur seint seinnapartin mikudagin.
Áðrenn tað skal føroyska liðið spæla Liktinstein, sum í dag tapti sín fyrsta dyst móti Kýpros við trimum settum móti ongum.
Føroyska liðið er øgiliga væl fyri í løtuni. Fyri kortum taptu tær tepurt 3-2 í tveimum venjingardystum móti Danmark, og tað er eitt gott tekinum, at føroyska liðið er sterkt. Ein orsøk til tað er, at nógvir av berandi spælarunum spæla í donsku kappingini. Av teimum 14, sum eru úttiknar spæla fýra teirra við Amager VK og tvær við Ikast. At ein teirra, Sofía Purkhús, bleiv kosin besti spælari í donsku kappingini í fjør vísir bara, at hetta liðið hevur sera gott grundarlag at byggja á, tað skrivar FBF í tíðindastubba í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald