HSF: Føroyska A-landsliðið vann í dag størsta sigurin í søguni í føroyskum manslandsliðshondbólti. Føroyar vann 61-9 móti Armenia, eftir 27-4 í hálvleikinum. Talan var um eitt sera veikt armenskt lið - sum eitt vánaligt 2. deildarlið í Føroyum. Javnleikurin móti Avstralia í gjár ger, at málúrtøka kann koma at avgera ovastu plássini í bólkinum og tískil løgdu føroyingarnir sera nógv fyri. Verjuspæl, har ikki ov nógv fríkøst vóru gjørd og so skjótt fram - hvørja ferð. Hetta eydnaðiheilt væl, hóast einstøk skot vóru brend. Avstralia og Kosovo spæla kl. 17.00 og verður tá áhugavert at síggja hvussu sterkt Kosovo veruliga er. Føroya møta Kosovo í morgin kl. 17.00 føroyska tíð.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Andrias Eriksen 9, Bogi G. Davidsen 8, Áki Egilsnes 6, Rúni Højgaard 4, Tróndur Kragesteen 4, Jóannes Prestá 4, Allan Norðberg 4, Rókur Akralíð 4, Tony Weyhe 4, Rósing Rasmussen 2, Kjartan Johansen 1
Málmenn bjargingarprosent:
Bartal T. Kamban 71 % (30 min)
Mikkjal Hansen 69% (30 min)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald