2014-11-15 03:39
Føroyar vunnu 1-0 á Grikkalandi í útidystinum í kvøld. Støðan í hálvleikinum var 0-0. Føroyska málið kom í 61. minutti, tað var Jóan Símun Edmundsson, sum stóð fyri tí.
Annars kann sigast um dystin, at tað var helst besti dystur føroyingar nakrantíð hava spælt, teir bjóðaðu av frá byrjan og høvdu fleiri málmøguleikar, sum saktans kundu givið mál, føroyingar meira ella minni stýrdu spælinum allan fyrra hálvleik og hálvan tíma av seinna hálvleik. Teir seinastu 15 minuttirnar trektu føroyingarnir eitt sindur aftur í verjuna, men bardust tó manniliga eisini teir seinastu minuttirnar.
Sera flott og TILLUKKU.
Grikkaland vann EM í 2004, men liggja nú aftast í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald