Ítróttur

Føroyar vann tryggan sigur á Írlandi

...

2016-05-23 20:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyska kvinnulandsliðið vann tryggan sigur á Írlandi í kvøld. ??rslitið gjørdist 3-0, Føroyar vunnu 25-8, 25-12 og 25-11.

Føroyska liðið spældi stórspæl til tíðir, írska liðið hevði stórar trupulleikar at taka ímóti hørðu og sterku føroysku álopsroyndunum.

Í dystinum sum verður í annaðkvøld kl. 8 verður mótstøðuliði hjá Føroyum - Liktinstein.

Serliga var tað Sofía Purkhús, sum leikti framúr væl í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder