Føroyska kvinnulandsliðið vann sannførandi á Stóra Bretlandi í Klaksvík í dag. ??rslitið var 31-16 til Føroyar, eftir 16-7 í hálvleikinum. Tað var rættiliga skjótt greitt, at føroyska liðið hevði størri breidd og fleiri streingir at spæla uppá í mun til bretsku kvinnurnar, sum høvdu nakrar dugnaligar spælarar, men tó misjavna breidd.
Føroyska liðið vann seg rættiliga skjótt nøkur mál fram um, og øktu okkarar spakuliga, hóast Bretlandi hevði onkrar góðar løtur, hetta serliga í fyrru helvt av seinna hálvleiki. Føroyska liðið skifti nógv út og sluppu allar at spæla og var málsjótingin eisini væl fordeild.
Liðini spæla aftur í morgin, sunnudagin, kl. 16.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Málskjúttar:
Marianna H. Jacobsen 4
Anna Brimnes 4
Helga Kjærbo 3
Rebekka Justinussen 3
Fríðrún Danielsen 3
Eir M. Berg 3
Bjarta O. Johansen 2
Turið A. Samuelsen 2
Agnas Olsen 2
Birita Jacobsen 2
Ása Dam á Neystabø 2
Brynja Høj 1
Sí dómaraseðilin á mynd niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald