Ítróttur

Føroyar vann 30-24 á Bulgaria

...

2017-06-16 20:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF:Føroyar vunnu í kvøld fjórðingsfinaluna í Emerging Nations Championships á vertunum úr Bulgaria. ??rlitið gjørdist 30-24, eftir 14-13 til Bulgaria í hálvleikinum.

Tað leikaði sera javnt á í fyrra hálvleiki. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og ofta var støðan javnleikur. Hvørgan av liðunum høvdu eina leiðslu uppá meira enn eitt mál fyrrenn móti endanum av fyrra hálvleiki. Tá kom Bulgaria fyrst uppá 13-11, og síðani 14-12. Føroyingar fingu tó minka, so at hálvleikstøðan var14-13.

Føroyingar vóru sum hamskiftir í seinna hálvleiki og runnu frá Bulgaria. Føroyska verjan var stóð væl og Jan Pauli Toft Johannessen í føroyska málinum stóð væl. Bulgaria fekk sítt fyrsta mál í hálvleikinum, tá átta minuttir vóru leiktir. Tá bulgarar tóku timeout eftir 11 minuttir, vóru føroyingar á odda 21-15. Føroyar fekk nakrar útvísingar stutt eftir hetta, men Bulgaria fekk ongatíð minka munin longri niður enn til 4 mál, og til endans gjørdist munurin 6 mál. Harvið sendi Føroyar vertirnar út, og dreymurin um at endurvinna kappingina livur enn.

Eftir dystin var Hans Eli Sigurbjørnsson úr K??F, valdur til besta føroyska leikara í dystinum. Hans Eli spældi ein flottan dyst og skoraði 9 mál í 9 royndum.

Hálvfinalan verður í annakvøld ímóti Kosovo, sum vann 34-33 móti Luksemburg í kvøld

Dysturin í morgin byrjar kl.18.00 føroyska tíð, og kann stroymast á youtube-síðuni hjá Bulgarian Handball Federation.

Málskjúttar:
Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Peter Krogh 7, Allan Norðberg 5, Hanus Christophersen 3, Tróndur Kragesteen 2, Frank Askildsen 2, Eirikur Simonsen 1, Rókur Akralíð 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder