Ítróttur

Føroyar vann 26-22 á Kekkia

...

2015-06-29 20:35 Author image
placeholder

HSF:U19 menn í European Open. Føroyar - Kekkia 26 - 22.

Føroysku U19 menninir vunnu fyrsta dystin í European Open í Gøteborg. Okkara vunnu 26-22 á Kekkia, eftir 14-9 í hálvleikinum. Hetta er at meta, sum eitt sera gott úrslit, tá Kekkia vanliga verður roknað sum ein góð hondbóltstjóð.

Okkara byrjaðu sera væl og komu beinanvegin nøkur mál framum. Okkara megnaðu at halda leiðsluni restina av dystinum, hóast hon minkaði niður í tvey mál, eitt skifti í seinna hálvleiki.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Helgi Hildarson Hoydal 7
Kjartan Johansen 5
Áki Egilsnes 4
Hilmar Leon Jakobsen 4
Sjúrður Olsen 2
Pætur Johansen 1
Rói Berg Hansen 1
Rune Olsen 1
Pætur Thomsen 1

Innleiðandi dystirnir í European Open eru 2x25 minuttir og spæla føroyingarnir aftur í kvøld kl. 18.00, føroyska tíð, móti Russlandi, sum vann 27-26 móti Hollandi fyrr í dag. Partille Cup verður spælt samstundis, sum European Open og vóru sera nógvir føroyingar og stuðlaðu okkara liðið í høllini í dag.Føroysku U19 menninir vunnu fyrsta dystin í European Open í Gøteborg. Okkara vunnu 26-22 á Kekkia, eftir 14-9 í hálvleikinum. Hetta er at meta, sum eitt sera gott úrslit, tá Kekkia vanliga verður roknað sum ein góð hondbóltstjóð.

Okkara byrjaðu sera væl og komu beinanvegin nøkur mál framum. Okkara megnaðu at halda leiðsluni restina av dystinum, hóast hon minkaði niður í tvey mál, eitt skifti í seinna hálvleiki.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Helgi Hildarson Hoydal 7
Kjartan Johansen 5
Áki Egilsnes 4
Hilmar Leon Jakobsen 4
Sjúrður Olsen 2
Pætur Johansen 1
Rói Berg Hansen 1
Rune Olsen 1
Pætur Thomsen 1

Innleiðandi dystirnir í European Open eru 2x25 minuttir og spæla føroyingarnir aftur í kvøld kl. 18.00, føroyska tíð, móti Russlandi, sum vann 27-26 móti Hollandi fyrr í dag. Partille Cup verður spælt samstundis, sum European Open og vóru sera nógvir føroyingar og stuðlaðu okkara liðið í høllini í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder