Týsdagin 28. oktobur klokkan 16 verður myndabókin, "Á veingjum", hjá tyrluflogskiparanum Andreasi Mouritsen løgd fram í Perluni í Tórsgøtu í Havn
Andreas Mouritsen hevur flogið tyrlur í Føroyum í meira enn 15 ár, og hann hevur tikið nógvar myndir á sínum mongu ferðum kring Føroyar. Í bókini er eitt úrval av myndum hjá Andreasi.
Av teimun mongu túsund myndunum, hann eigur, hevur hann valt 180 burturúr.
Andreas Mouritsen, flogskipari, sigur, at allar myndirnar eru valla so fullkomnar teknist ??? summar kanska tvørturímóti, men tó lýsa tær allar upp á sín serstaka máta oyggjalandið Føroyar. Hann hevur avmyndað Føroyar í øllum veðri, í øllum litum og øllum ljósi.
Bókin hjá Andreasi er úrslitið av einum gomlum tanka, sum nú er vorðin veruleiki. Longu áðrenn hann fór at flúgva, hevði hann áhuga fyri at taka myndir.
Tá ið hann fór at flúgva í Føroyum, var tað tí sjálvsagt, at hann hevði myndatolið við sær av og á, kanska serliga góðar summardagar. Tó varnaðist hann skjótt, at Føroyar eru minst líka vakrar og bergtakandi í øllum veðri, í logn og í ódn.
Tað títt skiftandi føroyska veðrið skiftir líka so skjótt litir og ljós. Árstíðirnar eins og hvør tími í samdøgrinum blandar støðugt hugnámið hjá eygleiðaranum. Hesin vavstur av umstøðum veitir samstundis ótømandi møguleikar fyri glæsiligum myndum. Í roynd og veru fáa eisini hugtikin leikfólk vakrar og góðar myndir av Føroyum úr erva.
"Kom við á eina øðrvísi og forvitnisliga ferð kring Føroyar. Hetta er ein ferð, sum vísir Føroyar úr erva soleiðis, sum tú ivaleyst ongantíð fyrr hevur sæð hetta vakra og fjøllbroytta land. Føroyar vera ongantíð tær somu eftir, at tú hevur upplivað tær við hesi bók," sigur Andreas Mouritsen, tyrluflogskipari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald