Ítróttur

Føroyar - Týskland á Tórsvølli

...

2013-09-11 00:52 Author image
placeholder
Gestirnir fingu ein stóran skelk longu í fyrsta minutti, tá føroyingarnir, í einum vælspældum álopi, sum endaði við skotið úr vinstru síðu, kundu komið á odda  í dystinum.
Í 4. minutti hevði Týskland álop úr høgru síðu, sum fór beint  við síðuna av, og løtu aftaná endaði bólturin umvegis ein føroyskan leikara á føroyska yvirleggjaranum. - Tað hendi  nógv í 4. minutti, Føroyar fara í álop og hava eina góða skotroynd.
Í 9. minutti hevur Gunnar Nielsen eina stórbjarging og aftur í 15. minutti stórbjargar føroyski málmaðurin.
19. minuttur Týskland uppbyggir eitt gott álop, sum endar við skoti, men aftur var Gunnar á plettinum.
21. minuttur Týskland hevur skot á steingina, teir fáa hornaspark, sum endar við at teir fáa bóltin í netið - støðan 1-0 til Týskland.
Í 37. minutti spæla Føroyar seg inn í 16-metra-teigin og fáa skot á mál, sum týski málmaðurin bjargar, løtu seinni royna gestirnir seg við skoti, sum endar í føroysku verjuni.
39. minutti fær Poul J. Justiniussen gult kort fyri at ov hart verjuspæl.
Hálvleikur og støðan 1-0
Tá ið føroyingarnir góðu bóltin upp í seinna hálvleiki, var sama uppskrift, sum brúkt varð í fyrra hálvleiki, teir góðu aftur gestunum ein hvøkk, sum tó ikki gav nakað, nú eru 10 minuttir leiktir av seinna hálvleiki og sigast má, at spælið hevur verið sera tamt frá báðum síðum.
61. minuttur - Rógvi Baldvinson fær skaða og liggur á vøllinum, men kemur fyri seg aftur - aftaná fara føroyingarnir i álop í høgru síðu, sum endar  við skoti, men týska verjan fær demmað fyri.
64. minuttir leiktir - Christian Lamhauge Holst fær ein rennibólt upp í høgru síðu, hann fær skot á í spískum vinkli, sum týski málmaðurin Manuel Neuer bjargar.
66. minutti eru týskarar í álopi, sum endar  við skoti, men Gunnar Nielsen er aftur á plettinum.
67. minutti føroyingarnir gera tvær útskiftingar út fara Jóhan Símun Edvinson og Daniel Udsen og inn koma Chrstian Restorff Mouritsen og Páll Klettskar.
72. minutti brotsspark til Týskland tá Thomas Muller  varð feldur - reytt kort til Atla Gregersen - sera bíligt. Mesut Ozil verður settur at skjóta og bólturin endar í netinum - støðan 2-0 til Týskland - Týskland ger útskifting út fer Julian Dracler og inn kenur Andre Schurrle - Føroyar gera eisini útskifting, út fer Christian Lamhauge Holst og inn kemur Hallur Hansson.
82. minutti - mál til Týskland, tað stóð Thomas Muller fyri - Thomas Muller verður skiftur út og inn kemur Sam Sidnney.
84. minutti Føroyar hava stóran málkjans, tá ið Páll ella Hallur fekk ein góðan bólt innfyri og setti høvdið á bóltin, sum fór millimetrar við síðuna av.
90 minuttir leiktir og 3 minuttir lagdir afturat.
Dysturin endaði 3-0 til Týskland, sum samanumtikið var ok, men um føroyingarnir høvdu eitt sindur av heldi við sær, kundu teir saktans havt skorað móti týsku stjørnunum.
Tað vóru 4.218 áskoðarar á Tórsvølli í kvøld.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder