Vinna

Føroyar Tele bjóðar nýggja tænastu til langfaraskip

...

2017-05-09 15:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Televeitararnir Føroya Tele, Síminn í Íslandi og Tele-Post í Grønlandi eru farnir undir eitt samstarv, sum ger tað møguligt hjá sjófólki at tosa og smsa við fartelefonini á sama hátt, sum tá tey reika við fartelefonini í øðrum londum.

Nýggja tænastan kallast Arctic Mobile og er ein skipan, sum knýtir seg at verandi fartelefonhaldum hjá Føroya Tele og ver. Tænastan verður seld í samstarvi við Vikmar og er serliga ætlað sjófólki umborð á langfaraskipum.

Hans Jákup Langgaard, kundastjóri á Føroya Tele, fegnast um nýggju tænastuna og heldur, at hetta er eitt gott ískoyti til tær verandi tænastur, sum Føroya Tele bjóðar sjóvinnuna í dag.

???Vit merkja ein alsamt vaksandi tørv hjá sjófólkum, sum fegin vilja hava samband heim við fartelefonini og umvent. Tað er okkara virkisgrundarlag at kunna nøkta ein og hvønn tørv, og við nýggju tænastuni, Arctic Mobile, taka vit eitt stórt fet á leiðini at betra um tænastuna til sjófólk umborð á langfaraskipum???.

Arctic Mobile umborð á Enniberg

Í eina tíð hevur Føroya Tele royndarkoyrt Arctic Mobile umborð á flakatrolaranum Enniberg, og úrslitið er framúr. Trolarin er í løtuni staddur í norska partinum av Barentshavinum, og Sonny Johannesen, skipari, letur væl at nýggju tænastuna frá Føroya Tele.

???Vit eru sera væl nøgd við tænastuna. Hon riggar óføra væl allastaðni, har ið vit hava eitt fylgisveinasamband. Tílíkt hevur nógv at siga fyri trivnaðin umborð, og sum skipari merki eg, at hýrurin á manningini er betri, nú tað er gjørligt at hava samband við síni kæru har heima, hóast fjarstøðan er stór???.

Føroya besta sjónet

Frammanundan hevur Føroya Tele slóðað fyri menningini av tænastum til sjóvinnuna, og harímillum kann nevnast Sjónet, sum er Føroya besta og skjótasta breiðband á sjónum. Undir Føroyum røkkur sjónetið heilt út á 60-70 fjórðingar, men í mars í ár fór Føroya Tele eitt fet longri og víðkaði sítt sjónet til eisini at umfata Ísland og Grønland.

???Í dag er internetið nærum eitt krav umborð á skipum, sum er á fiskileið, og tað er okkara uppgáva at tryggja, at tey hava atgongd til internetið, tá tey sigla undir Íslandi og Grønlandi. Hetta slóðaðu vit fyri í mars, tá vit víðkaðu okkara tænastu á sjónetinum???, staðfestir Hans Jákup Langgaard.

Føroya Tele á Atlantic Fair

Í hesum døgum verður skipað fyri Atlantic Fair í Klaksvík. Føroya Tele luttekur á stevnuni, sum setur sjóvinnuna í miðdepilin. Í básinum hjá Føroya Tele verður greitt nærri frá nýggju tænastuni til føroysk langfaraskip, og hvussu skip kunnu fáa ágóðan av Arctic Mobile.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder