Ítróttur

Føroyar sorlaði Aserbajan

...

2014-05-22 00:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
HSF.fo skrivar: Føroyska U20-liðið vann sera sannførandi í fyrsta dystinum í IHF Trophy í Andorra í dag. Tað var beinanvegin greitt, at føroyska liðið var væl betri og komu vit framum beinanvegin og øktu restina av dystinum. Endaliga úrslitið gjørdist 43-12. Aserbajanska liðið var veikt fysiskt og megnaði lítið móti einari góðari føroyskari verju. Føroyska liðið spældi rímuliga disiplinera, hóast sigurin tíðliga var greiður. Verjan hevði tol og spælt var skjótt frameftir og fingu vit nógv skjótálop.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Helgi Hoydal 10
Áki Egilsnes 9
Rói Berg Hansen 7
Allan Norðberg 5
Pætur Thomsen 3
Kjartan Johansen 3
Hilmar Leon Jakobsen 2
Jónas G. Djurhuus 2
Djóni V. Højgaard 2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder