2015-06-23 16:49
HSF: Føroyar skal spæla fjórðingsfinalu móti Kamerun, ikki Estlandi. Skeivar upplýsingar komu út í gjárkvøldið, tá fráboðað var, at Føroyar skuldu møta Estlandi. Somikið tætt var í bólki B millum Estland, Kamerun og Stóra Bretland, men Estland var tó best innanhýsis við at hava skotið flest mál í dystunum. Tíðspunktið fyri dystin í morgin er ikki ásett enn.
Føroyska liðið hevur hvílidag í dag, men hava tó vant í morgun. Seinnapartin verður eitt sindur av sightseeing í heita veðrinum herniðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald