Politikkur

Føroyar skulu ikki brúkast til hvítvask

...

2021-12-08 14:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað skal ikki bera til at koma higar at misbrúka føroyskar skipanir og bankar til kriminelt virksemi. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera eina váðameting og seta átøk í verk at binda fyri hvítvaski og øðrum fíggjarligum kriminaliteti.

Ein slík váðmeting skal vísa, hvar ið vandin er størstur, og tí fevna um vinnugreinar, skatta-og skrásetingarskipanir, handilssambond og annað virksemi, ið eru viðkomandi fyri møguleikanum at hvítvaska ella fremja annað ólógligt fíggjarligt virksemi. Og hon skal avdúka, í hvønn mun, slíkt óglógligt virksemi er farið fram og framvegis kann fara fram her heima.

Skotið verður upp, at landsstýrið síðani leggur fyri Løgtingið viðkomandi lógarbroytingar - til dømis herdar reglur fyri skráseting av útlendskum skipum í FAS, skattalóggávu, reglur fyri umboðsmenn og skráseting av útlendskum vinnufyritøkur í Føroyum og so frameftir - í tann mun, tað vísir seg at vera neyðugt.

Heitt verður eisini á landsstýrið um at tryggja, at føroyskir myndugleikar í framtíðini fáa atgongd til og innlit í allar viðkomandi upplýsingar hjá donskum myndugleikum um fíggjarligt illgrunasamt virksemi í Føroyum. Føroysku bankarnir senda omanfyri 300 fráboðanir árliga til donsku bakamansløgregluna.

Í Føroyum hava vit lóggávu at forða fyri, at Føroyar kunnu brúkast sum skattaskjól ella til at hvítta pening. Men vit hava hvørki hagtøl ella nakra serstaka føroyska váðameting, sum vísa, í hvønn mun útlendskar fyritøkur ella persónar hava hvítvaskað pening ígjøgnum fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og ígjøgnum føroysku bankarnar. Og vit vita tí heldur ikki, í hvønn mun fyribyrgjandi lóggávan virkar.

-Føroyar skulu vera eitt framkomið, vælvirkandi og demokratiskt land, har tað ikki ber til at hvítta pening ella reka annað fíggjarligt ólógligt virksemi. Hesum skulu øll lond og ikki minst okkara samstarvspartar kring heimin kunna hava álit á, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna, sum heldur tað hava týdning, at Løgtingið fær høvið at viðgera hetta álvarsmál.

Tingmál nr 43/2021 frá Tjóðveldi - Uppskot til samtyktar um serstaka váðameting og átøk til fyribyrging av hvítvaski og øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum - fær fyrstu viðgerð í Løgtinginum hósdagin 9. desembur. Tað kann lesast her: Mál (logting.fo)

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder