Politikkur

Føroyar skulu hava egið Fíggjarligt Váðaráð

...

2015-03-04 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skulu Føroyar hava egið Fíggjarligt Váðaráð? Hetta er ein spurningur, ið Løgtingið skal taka støðu til í næstum. Tí Kristina Háfoss, løgtingskvinna, fer á komandi tingfundi, vegna Tjóðveldi, at leggja fram uppskot um stovnsetan av Fíggjarligum Váðaráði.

Vit mugu fremja ítøkilig átøk, fyri at fyribyrgja at søgan endurtekur seg tá umræður fíggjarkreppur í Føroyum. Ein liður í hesum er, at Føroyar fær eitt Fíggjarligt Váðaráð, ið støðugt fer at hava yvirskipað eftirlit við fíggjarváðum, og fer at ráðgeva um átøk, ið mugu og skulu fremjast fyri at fyribyrgja fíggjarkreppum nú og framyvir.

Fíggjarkreppan lærdi flestu lond, at tað er ikki nóg mikið at hava fíggjareftirlit, ið hava eftirlit við hvørjum fíggjarstovni sær, men neyðugt er eisini við yvirskipaðum fíggjarligum eftirliti, ið støðugt heldur eyga við fíggjarligu váðunum í samfelagnum og fíggjargeiranum sum heild.

ES: Styrkt miðbanka og sett á stovn European Systemic Risk Board

Í kjalavørðinum av fíggjarkreppuni settið ES tí eisini í 2011 á stovn eitt ráð (European Systemic Risk Board ??? ESRB), ið skuldi hava yvirskipað eftirlit við teimum váðum, ið eru í fíggjargeiranum. Mælt varð samstundis til, at europeisku londini tryggjaðu, at stovnar fingu til uppgávu, at hava leypandi eftirlit við sokallaðu systemisku váðunum í fíggjargeiranum. Dømi um hesar eru stórt samlað undirskot av innlánum í mun til útlán, og tá bústaðarprísirnir vaksa meira enn haldbært er, og sokallaðar ???bústaðar-bløðrur??? gerast veruleiki.

DK: Styrkt tjóðbankan og sett á stovn Det systemiske risikoråd

Eftir fíggjarkreppuna hava flestu lond styrkt sínar tjóðbankar, fyri m.a. at styrkja samfelagsbúskaparliga eftirlitið. Fleiri lond hava hartil stovnað fíggjarliga váðaráð, og í 2013 stovnaðu danir teirra ???Det Systemiske Risikoråd???. Ráðið húsast í Danmarks Nationalbank, hvørs ovasta stjórn eisini hevur formansskapin í ráðnum. Hetta ráðið hevur landsstýrið nú í lógaruppskoti, ið er sent til hoyringar, mælt til, eisini skal hava eftirlit við føroyska fíggjargeiranum.

Føroyar: Avtikið Landsbanka Føroya og vilja nýta fíggjarliga váðaráðið í Danmark

Í Føroyum valdu landsstýrið og samgongan at ganga beint ímóti tí, ið onnur lond gera tá umræður at styrkja tjóðbankarnar og fíggjarliga eftirlitið. Tí í 2013 avtóku landsstýrið og samgongan Landsbanka Føroya. Landsbanki Føroya var annars einasti óhefti samfelagsbúskaparligi stovnur Føroya, ið m.a. leypandi fylgdi gongdini í føroyska fíggjargeiranum, og gjørdi eitt nú leypandi frágreiðingar við serligum atliti at gongdini í føroyska fíggjargeiranum.

Heldur enn at avtaka Landsbankan átti landsstýrið at styrkt henda, við m.a. at lagt tær uppgávur, ið landsstýrið nú mælir til, at leggja til danska ???Det Systemiske Risikoråd??? í Danmarks Nationalbank. Yvirskipaða fíggjarliga eftirlitið í samfelagnum og fíggjargeiranum høvdu nevnliga verið nátúrligur partur av virksemi Landsbankans, um hesin ikki varð avtikin.

Stovnseta Fíggjarligt Váðaráð
Fyri at tryggja, at Føroyar styrkja yvirskipaða eftirlitið við fíggjarligum váðum í føroyska samfelagnum og í føroyska fíggjargeiranum, verður í uppskoti til samtyktar mælt Løgtinginum til, at heita á landsstýrið um, at seta á stovn eitt Fíggjarlig Váðaráð.
Fíggjarliga Váðaráðið verður ráðgevandi, og skal leypandi koma við tilmælum um átøk, ið kunnu fyribyrgja, minka ella beina burtur fíggjarligar váðar, ið kunnu seta samfelagsbúskapin, fíggjargeiran ella partar av føroyska búskapinum undir trýst.

Fíggjarliga Váðaráðið skal leggja seg eftir at staðfesta og eyðmerkja fíggjarligar váðar tíðliga, soleiðis at ítøkilig átøk kunnu fremjast áðrenn hesir váðar náa at gerast so stórir, at hesir kunnu fáa neiliga ávirkan á samfelagsbúskapin, fíggjargeiran og samfelagið sum heild.

Eisini skal Fíggjarliga Váðaráðið fylgja við í teimum ávaringum og tilmælum, ið evropeiska fíggjarliga váðaráðið (European Systemic Risk Board) og danska fíggjarliga váðaráðið (Det systemiske risikoråd) koma við, og meta um, í hvønn mun hesar ávaringar og hesi tilmæli eisini eru viðkomandi í Føroyum og fyri føroyska fíggjargeiran.

Fyri at tryggja Fíggjarliga Váðaráðnum neyðugu amboðini skal ráðið hava møguleika og umstøður til, at hava eftirlit við øllum tí samlaða føroyska fíggjargeiranum.


Tá Landsbanki Føroya verður endurstovnaður, kann Fíggjarliga Váðaráðið væntandi gerast partur av Landsbanka Føroya.

Á Løgtingi, 4. mars 2015

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder