Sambandsflokkurin leggur vinnuligan vakstrarpakka fyri Løgtingið
Ein komandi matvøruvinna eigur at kunna tvífalda verandi útflutningsvirði upp í einar 12 mia. kr. hvørt ár frameftir.
Samfelagið og fiskivinnan skulu fara frá at vera rávøruveitari hjá øðrum londum til at gerast matvøruframleiðari. Samfelagskøkan má vaksa, so meira verður til øll, og virðið á útflutninginum eigur at tvífaldast. Hetta er boðskapur Sambandsfloksins, ið júst hevur lagt ein vakstrarpakka fyri Løgtingið.
Vakstrarpakkin er í tveimum uppskotum. Hitt fyrra leggur upp til at økja útflutningsvirðið og skapa arbeiðspláss við fríari atgongd til ES-marknaðin. Seinna uppskotið er at skipa eitt vakstrarforum, har ið vinna, fakfeløg og politiska skipanin í felag syrgja fyri, at inntøkuskapandi hugskot verða kveikt og førd út í lívið.
Frá rávøru til matvøru
Fyri búskapin og framtíðar vælferðina er avgerandi, at fríhandil fæst í lag við Europasamveldið. Slóð má ruddast fyri, at alt fiskatilfeingið kemur upp á land, og at Føroyar síðani virka matvørur til ES-marknaðin uttan tann høga tollin á upp til 25 prosent.
- Tollmúrurin fastheldur Føroyar sum rávøruveitari hjá øðrum. Tí enda føroysk arbeiðspláss eitt nú í Týsklandi. Við fríhandli spríkja fram kreativitetur og framtakshugur í fyritøkunum, og við matvøruframleiðslu økjast virðini í stórum, sigur Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins.
- Landsstýrið má sum skjótast taka stig til samráðingar við ES um fríhandil, tí júst hetta grundarlag má vera upp á pláss, tá ið ætlaði fiskivinnureformurin verður settur í verk 1. januar 2018. Um fiskivinnureformurin skal sláa ígjøgnum og skapa øllum í Føroyum størri virðir, má atgongdin til ES-marknaðin við sínum uml. 500 milliónum brúkarum vera heilt munandi betri enn í dag, sigur Bárður Nielsen.
Munandi størri útflutningsvirðið
Sambandsflokkurin á Christiansborg lat í fjør gera útrokningar, sum vísa, at fríur handil ber í sær, at lond forvinna nógv meira enn Føroyar, hóast fyritøkur her hava størri nøgdir av rávøru.
Holland fiskar triðingin minni enn Føroyar, men hollendskur fiskavøruútflutningur hevur uml. tríggjar ferðir størri virði enn tann føroyski. Og sjálvt um føroyingar fiska størri nøgdir av fiski enn danir, útflytir Danmark fiskavørur fyri meira enn tríggjar ferðir størri virði.
- Nógv er at fara eftir, tí milliardir av krónum verða í grundini givnar øðrum at tjena. Málið eigur at vera, at ein føroysk matvøruvinna tvífaldar verandi útflutningsvirði upp í einar 12 mia. kr. hvørt ár frameftir, sigur Bárður Nielsen.
Færri frágreiðingar og meiri handling
Skiftandi føroyskar stjórnir hava latið gjørt frágreiðingar og álit, men verri enn so altíð hava úrslit spurst burturúr. Við vakstrarforumminum, sum er í uppskoti, skal leiðin frá hugskoti til handling styttast munandi, so úrslit verða framd.
Vinna, fakfeløg og allir flokkar á Tingi eiga at hava áhuga fyri at fremja nýskipanir og betri vinnukarmar, ið varðveita verandi lønsomu arbeiðspláss og skapa nýggj lønsom og kappingarfør arbeiðspláss. Leiðslan í Sambandsflokkkinum leggur upp til samráðingar við samgonguna fyri at finna eina loysn og semju í hesum fyri Føroyar týðandi máli.
- Í seinasta enda snýr vakstrarpakkin seg eisini um at styrkja vælferðina í Føroyum og at gera tað meira spennandi at virka her. Samfelagskøkan skal vaksa. Arbeiðandi fólk skulu trívast og hava hug at búgva í Føroyum. Tá framtíðartryggja vit samfelagið í einari tíð, har óvissa valdar nógvastaðni í heiminum, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Í vakstrarpakkanum er skotið upp, at landsstýrið alt fyri eitt samráðist við ES-nevndina um betri atgongd til ES-marknaðin við sínum 500 milliónum brúkarum. Eisini eigur landsstýrið at skipa búskaparliga vakstrarforummið beinanveg.
Vinnuligi vakstrarpakkin kann takast niður her:
Atgongd til ES-marknaðin fyri føroyskar fiskavørur
- Í seinasta enda snýr vakstrarpakkin seg eisini um at styrkja vælferðina og at gera tað meira spennandi at virka her. Arbeiðandi fólk skulu trívast og hava hug at búleikast her, sigur Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald