Ein týðandi partur av okkara framtíð verður evnaður til uttan fyri landoddarnar ella í samstarvi og samskifti okkara við umheimin.
Sí eisini myndarøð frá tíðindafundinum hjá Framsókn.
Framsókn leggur tí stóran dent á, at vit føroyingar skulu umboða okkum sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur. Vit skulu hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkara búskap.
Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið við Danmark uttanríkispolitisk mál. Vit mugu tó staðfesta, at undir verandi heimastýrisskipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar, og tekur avgerðir um tey. Tess meira av sínum ræðisrætti, Danmark má lata ES, tess meira kemur europeiska samveldið at stjórna føroyska samfelagnum.
Vit eiga tí sum skjótast ásanna, at Føroyar og Danmark, í sera grundleggjandi, ríkisrættarligum spurningum, ikki hava samanfallandi áhugamál, og at ein uppgerð okkara millum tí er alneyðug.
Ríkisfelagsskapurin, sum í botn og grund er grundaður á ójavna, verður tá henda uppgerð er liðug, ikki til longur. Ivaleyst fara Føroyar og Danmark at samstarva í framtíðini. Líka mikið hvat slag av samstarvi ella hvønn vit samstarva við, so verður hetta grundað á, at Føroyar luttaka sum sjálvstøðug tjóð og við fullari ábyrgd fyri sær sjálvum og teimum vit samstarva við.
Á Fólkatingi ætla vit at fáa vent føroyska avrikshugburðinum eins og teirri miðvísu ES-tilgongdini, sum verandi fólkatingsumboð stríðast fyri í beinleiðis andsøgn til ein stóran meiriluta av Føroya fólki.
Sum støðan er, er tað tí ein partur av okkara uttanríkispolitisku kós at vera við á Fólkatingsvalinum. Undir yvirskriftini ???Føroyar sjálvar ??? heldur enn hálvar!??? bjóða vit okkum fram, tríggjar kvinnur og tríggir menn. Hesi eru, Hanna Jensen, Høgni Reistrup, Karlot Hergeirsson, Poul Michelsen, Ruth Vang og Sunneva Háberg Eysturstein.
Á Fólkatingi:
· Gera okkara ávirkan galdandi, har avgerðirnar verða tiknar
· Brúka politisku skipanina til fulnar
· Ikki ein spurningur um reytt ella blátt
· Venda verandi avrikshugburði
Í teirri sannføring at Framsókn kann gera munin, biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald