Politikkur

Føroyar og Russland gjørt avtalu fyri 2015

...

2014-11-28 22:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyar og Russland hava í dag skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2015, eftir at samráðingar hava verið í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini í døgunum 27. og 28. november í Murmansk.


Søguliga hevur mynstrið verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi. Samráðingarnar hesaferð vóru merktar av, at heildarkvotan av toski í Barentshavinum minkar við einum tíggjundaparti komandi ár. Hóast hetta minkaði føroyska toskakvotan lutfalsliga ikki eins nógv og heildarkvotan. Hýsukvotan verður á sama støði sum í 2014, og føroysku kvoturnar av flatfiski og rækjum verða somuleiðis óbroyttar. Russland fær nakað meira av svartkjafti komandi ár, meðan makrelkvotan og hjáveiðikvotan av sild verða á sama støði sum í ár.


Avtalan ber í sær, at Føroyar fáa 19.500 tons av toski og 1.800 tons av hýsu í russiskum sjógvi í 2015 umframt 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum.


Russland fær hinvegin 80.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2015. Russiskum skipum er harumframt loyvt at hava í mesta lagi 10.000 tons av sild tilsamans sum hjáveiðu í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli í 2015.


Føroyska sendinevndin kemur aftur til Føroya leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder