Vinna

Føroyar og Noreg gjørt avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri 2015

...

2014-12-12 22:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar og Noreg hava í dag skrivað undir avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2015 eftir samráðingar í Oslo 11. og 12. desember. Javnvágin í avtaluni økist nakað í mun til avtaluna fyri 2014.

Føroysk skip hava komandi ár loyvi at fiska 4.121 tons av toski, 900 tons av hýsu, 800 tons av upsa og 200 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi. Harumframt hava føroysk skip loyvi at fiska 10.000 tons av toski og 900 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í avtaluni við Russland, í norskum sjógvi. Toskakvotan við Svalbard verður 1.822 tons umframt 443 tons av øðrum fiskasløgum. Eisini er føroyskum skipum nú loyvt at fiska sína makrelkvotu í økinum við Jan Mayen.

Norsk skip fáa í 2015 loyvi at fiska 1900 tons av longu og blálongu, 1600 tons av brosmu, 500 tons av upsa og 800 tons av øðrum fiskasløgum. Eisini fáa norsk skip eina kvotu av makreli í føroyskum sjógvi, sum er 5.140 tons. Norsk skip fáa Harumframt atgongd at fiska 80.000 tons av makreli í føroyskum øki í 2015.

Eisini hava partarnir givið til kennar, at teir ætla at skriva undir eina avtalu um fiskiveiðieftirlit á sumri 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder